University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Avloysarastarv í etnologi
SSS, rd
13.01.2010
Søgu- og samfelagsdeildin

Avloysarastarv í etnologi

Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í etnologi leyst at søkja.


Starvið verður sett sum eitt fyribils avloysararstarv fram til 1. januar 2011. Tann, ið settur verður, skal virka fyri at menna gransking og útbúgving á deildini.

Starvsøki
Granskingarparturin verður tengdur at serøki umsøkjarans. Starvið ber í sær gransking, undirvísing, fyrisiting og samskifti við onnur granskingarumhvørvi.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu minst hava kandidat- ella masterútbúgving í etnologi, mannfrøði ella mentanarfrøði ella eina útbúgving, sum kann javnsetast við hetta. Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava granskað í føroyskum viðurskiftum.

Ein innanhýsis metingarnevnd verður sett at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 1. februar 2010.

Starvið verður sett 1. mars 2010 ella skjótast til ber.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til fyrisitingarstjóran, Rúnu Hjelm runah@setur.fo ella til rektaran, Jóan Paula Joensen jopajo@setur.fo.

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.

Umsóknir saman við avrit av próvskjølum, CV, skrá yvir granskingarvirksemi, skrivligum og prentaðum vísindaritum skal sendast til:

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
www.setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum