SSS, rd
13.01.2010
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Avloysarastarv í etnologi

Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í etnologi leyst at søkja.


Starvið verður sett sum eitt fyribils avloysararstarv fram til 1. januar 2011.  Tann, ið settur verður, skal virka fyri at menna gransking og útbúgving á deildini.

 

Starvsøki
Granskingarparturin verður tengdur at serøki umsøkjarans.  Starvið ber í sær gransking, undirvísing, fyrisiting og samskifti við onnur granskingarumhvørvi.

 

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu minst hava kandidat- ella masterútbúgving í etnologi, mannfrøði ella mentanarfrøði ella eina útbúgving, sum kann javnsetast við hetta.  Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava granskað í føroyskum viðurskiftum.

 

Ein innanhýsis metingarnevnd verður sett at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsókn
Umsóknarfreistin er 1. februar 2010.

 

Starvið verður sett 1. mars 2010 ella skjótast til ber.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til fyrisitingarstjóran, Rúnu Hjelm  runah@setur.fo ella til rektaran, Jóan Paula Joensen jopajo@setur.fo.

 

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.

 

Umsóknir saman við avrit av próvskjølum, CV, skrá yvir granskingarvirksemi, skrivligum og prentaðum vísindaritum skal sendast til:

 

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
www.setur.fo