University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Almost_Human (002).jpg

(Foto: Carlsbergfondet)

Brynhild Thomsen
03.06.2021
Setrið

AVLÝST: Mentanarnátt í Kongshøll

Tiltakið er avlýst.

Fróðskaparsetur Føroya og Granskingarráðið skipa í felag fyri filmssýningum í Kongshøll mentanarnáttina 4. juni, tá listaligi vísindafilmurin, “Almost Human”, verður vístur

Setrið og Granskingarráðið lata á mentanarnáttini 4. juni dyrnar upp fyri almenninginum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.

Á skránni eru tvær sýningar av filminum, “Almost Human: Notes on the human conditions by 10 scientists and a robot”.

“Almost Human” er eitt sjálvstøðugt listaligt verk, sum essayistiskt byggir brúgv millum list og vísindi og viðger evni sum vitlíki, tólmennistøkni, veðurlagsbroytingar, uppruna heimsins, falskunning o.s.v.

Jeppe Rønde hevur leikstjórnað, Stephen Fry er frásagnarfólk og Carlsbergfondet hevur fíggjað filmin, sum hevði frumsýning á dokumentarfestivalinum, CPH:DOX, í fjør og síðani hevur verið sýndur á mongum filmsfestivalum kring um í heiminum.

- Vísindini hava av álvara víst seg at vera púra avgerandi fyri okkara vælferð og førleika at handfara álvarsligar støður, tá kreppa rakar. Carlsbergfondet hevur til endamáls at styrkja vísindini og kritisku støðutakanina, grundað á vísindaligar sannroyndir. Tí halda vit, at stundin er komin til, at øll í Danmark, Grønlandi, Føroyum og Íslandi skulu sleppa at síggja “Almost Human” ókeypis, sigur Flemming Besenbacher, professari og nevndarformaður í Carlsbergfondet.

Sýningarnar í Kongshøll verða 4. juni klokkan 17 og aftur klokkan 19, og føroysk vísindafólk fara at hava stutta innleiðslu undan sýningunum. Jónrit Halling, ph.d. og lektari á Náttúruvísindadeildini hugleiðir undan sýningini klokkan 17, og Heini í Skorini, ph.d. og adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini hevur innleiðsluna undan sýningini klokkan 19.

Sýningarnar eru ókeypis, og ein drekkamuður verður eisini at fáa.

Vegna koronu verða øll biðin um navn og telefonnummar við komu.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing