University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Avtala gjørd við Háskóla Íslands

Avtala gjørd við Háskóla Íslands

Rektari Háskóla Islands Kristín Ingólfsdóttir og rektari Fróðskaparseturs Føroya Jóan Pauli Joensen skrivaðu tann 17. apríl 2009 undir eina yvirskipaða avtalu um akademiskt samstarv á hægsta stigi stovnanna millum tey komandi fimm árini.


Avtalan ber í sær samstarv um vísindaligt tilfeingi, vísindaligar bókmentir og vísindaligar upplýsingar, og at skiftast kann um professarar og onnur í  granskingar- og undirvísingarligum vísindastørvum og starvsfólkum í universitetsfyrisitingini.

Eisini er avtala gjørd um, at studentar á báðum universitetunum skulu kunna lesa  hjá hvørjum øðrum. Harumframt skulu universitetini bæði fara undir felags gransking og granskingarfyrireiking, har ynski er um tað.

Henda samstarvsavtala er fyrst og fremst ein yvirskipaður karmur, sum ber í sær, at tað uttan størri hóvasták skulu gerast meira nágreiniligar avtalur millum deildir og lærugreinir, tað verði seg innan læraraútbúgvingina, pedagogútbúgvingina og masterútbúgvingina í hesum lærugeinum. Tað sama er eisini galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingarnar og hinar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum.

Henda avtalan er sostatt byrjanin til eina røð av undiravtalum, sum tær ymisku deildirnar umvegis rektaraskrivstovuna koma at gera við aðrar deildir við Háskola Islands í framtíðini.

Avtalan er fyribils gjørd fyri 5 ár og verður tá endurskoðað fyri at halda fram fyri eitt ár í senn, so leingi universitetini bæði ynskja tað. Ynskjast broytingar og tillagingar, kunnu tær eisini gerast innan fyri tey fyrstu 5 árini, um stovnarnir verða samdir um tað. Tað samstarv, sum longu er, heldur fram sum partar av hesi yvirskipaðu avtalunu.

Undirskrivingin fór fram kl. 10.00 undir einum hátíðarhaldi í fundarhølum Háskóla Íslands í høvuðsbygninginum. Umframt Kristín Ingólfsdóttir, rektara og Jóan Paula Joensen, rektara vóru eisini deildarforsetar Háskola Íslands til staðar.

Í eini takkartalu segði Jóan Pauli Joensen, at hann vónaði, at tey fíggjarligu viðurskiftini hjá Fróðskaparsetri Føroya fóru at koma í eina tryggari legu.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Námsvísindaligur Granskingardagur 2026

    Takk fyri granskingardagin á Námsvísindadeildini!

  2. Screenshot 2026 04 30 At 12 34 25 Námsvísindadeildin Setur

    Umsóknarfreist 1. mai: Masterskeið á Námsvísindadeildini

  3. Wouter Veenendaal

    Almennur fyrilestur við Wouter Veenendaal um fólkaræði