University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Avtala um stuðul til granskingar-samstarv verður undirskrivað

Avtala um stuðul til granskingar-samstarv verður undirskrivað

Týsdagin 8. desember verður samkoma í Heilsu og Innlendismálaráðnum, har avtala um stuðul til at menna granskingarsamstarv á Heilsuøkinum verður undirskrivað.


Talan er um 7 mill. kr. sum verða latnar úr Sjúkrakassagrunninum til samstarv millum Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Avtalan er úrslit av drúgvum tingingum, sum hava verið millum Granskingarráðið, sum umsitur Sjúkrakassagrunnin, og samstarvsstovnarnar.

Avtalan er grundað á leiðreglurnar fyri Høvuðsøki 3 í Sjúkrakassagrunninum, sum áseta, at: “Stuðul kann latast til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar føroyskar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum. Avtala verður gjørd við viðkomandi stovn/ar.”

Leiðreglurnar áseta neyvari, hvussu stuðulin skal brúkast. Hetta er til stovnssetan av Master útbúgving á heilsuøkinum, til ph.d. stuðul í heilsuvísindum/fólkaheilsu/sosialari heilsu, t.d. sjúkrarøkt, læknavísindum ella sosialvísindum og til setan av vísindastarvsfólki í heilsuvísindum/ fólkaheilsu/sosialari heilsu. Eisini verður sagt, at atlit skal takast til, at stuðulin skal gagna øllum økjum í landinum.

Samkoman verður týsmorgunin kl. 9.45 har Sirið Stenberg landsstýriskvinna í heilsumálum fer at halda røðu. Annika Sølvará stjóri í Granskingarráðnum fer at greiða frá um arbeiðið at gera avtaluna. Síðani verður avtalan undirskrivað. At enda fer Sigurð í Jákupsstovu rektari á Fróðskaparsetrinum at halda røðu vegna samstarvsstovnarnar.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025