14.04.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ávum og áfa

Tað hevur leingi verið hugsað um, hvat áfa í Lokasennu 3 í Snorra Eddu merkir. Í tíðarritinum Íslenskt mál nr. 35 (í prenti) er grein eftir Hjalmar P. Petersen um tað føroyska orðið ávum og tað norrøna orðið áfa. Her verður víst á, at eitt beinleiðis samband er ímillum orðini.


Í tíðarritinum Íslenskt mál  nr. 35 (2013) er grein eftir H. P. Petersen um tað føroyska orðið ávum og tað norrøna orðið áfa. Her verður víst á, at eitt beinleiðis samband er ímillum orðini. 

Tað hevur leingi verið hugsað um, hvat áfa í Lokasennu 3 í Snorra Eddu merkir. 

Ymiskar orðabøkur hava yvirhøvur eina negativa merking av orðinum. Fritzner, sum er tann klassiska, norrøna orðabókin, sigur, at orðið merkir ‘Fornærmelig tale, deraf følgende klammeri’. De Vries sigur, at orðið merkir ‘hatur, fíggindaskapur’. Tað sama ger Ásgeir B. Magnússon í síni stóru Orðsifjabók. Tað er ein orðabók um orðasøgur í íslendskum. 

Tað føroyska orðið hevur ikki nakra beinleiðis negativa merking. Tað er tó bara til í hvørjumfalli í fleirtali ávum, og í Føroysk orðabók (1998) er tað týtt ‘orsøkum, atvoldum, áum’. Hesin síðsti stavihátturin er skeivur. Tað skal vera ávum. Dømini í Føroysk orðabók eru annars av mínum ávum; av samfelagsins ávum og so verður víst til, at tað kann koma fyri í samansetingum sum krígsávum.  

Í greinini verður fyri tað fyrsta víst á, at eitt beinleiðis formligt samband er ímillum áfa og ávum. Tað er, at tað ber væl til at endurgera ein hvørfalsform í føroyskum: *áva og hesin svarar til tað norrøna orðið áfa. Ljóðbroytingar frá norrønum áfa til føroyskt *áva og ávum eru eisini regluligar; t.e., at millum annað eitt norrønt /a:/ <á> verður til eitt /oa/ <á> í føroyskum.  

Tað, sum er hent við tí føroyska orðunum, er, at tað hevur fingið eina jaligari merking. Campbell skrivar í bók síni Historical Linguistics (1998: 256-367), at tá ið talan er um merkingarligar broytingar, er tað stundum ringt at seta upp lógir fyri, hvussu tær eru. Ljóðbroytingar eru hinvegin regluligar. Men hann nevnir tó slíkt sum amelioration el. elevation, sum merkir, at eitt orð fær eina positivari merking . Og tað er hetta sum er hent í gongdini frá norrønum áfa ‘hatur, fíggindaskapur’ til føroyskt *áva og ávum ‘orsøkum, atvoldum’.