
Vit kenna Bárð A. Niclasen sum útbúgvingarleiðara í verkfrøði á Náttúruvísindadeildini á Setrinum (Foto: Finnur Justinussen)
Brynhild Thomsen
07.12.2021
Setrið
Náttúruvísindadeildin
Skriva út
Bárður verður leiðari á Veðurstovuni
Nýggja føroyska Veðurstovan fær nú Bárð A. Niclasen frá Náttúruvísindadeildini sum leiðara
Veðurstovan er deild undir Vørn, og nú er Bárður A. Niclasen, sum vit kenna sum útbúgvingarleiðara í verkfrøði á Náttúrusvísindaleiðari, settur sum deildarleiðari har.
Hann er 47 ára gamal, cand. scient í jarðalisfrøði og hevur tikið ph.d. í alduforsøgnum.
Á Veðurstovuni eru í løtuni tveir veðurfrøðingar, og eftir ætlan verða fleiri starvsfólk sett aftrat.
Bárður A. Niclasen byrjar í deildarleiðarastarvinum 1.januar, og vit ynskja honum og Veðurstovuni blíðan byr.
Lesið meira her.
-
15.08.2022 SetriðRektaraskifti á Setrinum á nýggjárinumChik Collins, sum seinastu trý árini hevur verið rektari á F...
-
12.08.2022 Setrið Føroyamálsdeildin Til lesandiStakskeið á FøroyamálsdeildiniEnn ber til at tekna seg sum stakgreinalesandi á Føroyamálsd...
-
04.08.2022 SetriðNú ber til at søkja inn á tøk lestrarplássTil og við 15. august 2022 ber til at søkja tøk lestrarpláss...