02.11.2012
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin
Skriva út

Barna- og ungdómsbókmentir virdar í Norðurlondum

Ein norðurlendsk virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir er stovnað. Hon verður latin fyrstu ferð í 2013 og er 350.000 kr.


Í gjár samtykti Norðurlandaráðið á fundi í Helsingfors at stovna virðisløn fyri norðurlendskar barna- og ungdómsbókmentir. Virðislønin verður 350.000 DKK, sama upphædd sum verandi bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs. Umsitingin hjá tí nýggju virðislønini verður í Norrøna húsinum í Reykjavík, sum saman við skrivstovuni hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn fær ábyrgdina fyri hesum átakinum hjá ráðharraráðnum. Umframt sjálva virðislønina hoyra hesi  tiltøk til átakið: rithøvundaskúli á Biskops Arnö fyri ung, stuðul til at norðurlendskir rithøvundar vitja, størri stuðul til týðing  og fígging til samstarv tvørtur um londini.

Undan avgerðini um hetta norðurlendska átakið fyri barna- og ungdómsbókmentir hava nógvar góðar samráðingar og samrøður verið millum norðurlendskar mentamálaráðharrar og tingfólk. Barnabókmentalig umhvørvi hava verið til taks við vitan síni, førleika og undirtøku.

Virðislønin verður latin fyrstu ferð í 2013, og metingarnevnd verður sett skjótast gjørligt.