08.10.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Barnalund

Fyrr í ár var ein navnakapping útskrivað til ein dagstovn í Fuglafirði. Jógvan í Lon Jacobsen átti uppskotið, ið vann, við Barnalund.


 

Um “Barnalund” sigur Jógvan sjálvur:

Tað krevjast helst ikki so nógvar grundgevingar fyri hesum uppskoti, tær geva seg sjálvar. Hetta er gjørt burtur úr tiltakinum “bráð er barna lund”, sum merkir, at børn eru skjót hvønn vegin.  Orðið sjálvt er vakurt, og hóast tað verður skrivað í tveimum orðum í orðabókini, so haldi eg ikki, at nakað fer av tiltakinum við at hava tað sum navn og at skriva tað í einum orði.  Lund merkir her sinni ella sinnalag, men hitt orðið lund merkir smáskógur, sum tí eisini sipar til nakað smátt (ein skógur av smáum børnum). So her kann vera talan um okkurt slag av orðaspæli, um ein vil.

Jógvan í Lon hevur gjørt væleydnað nøvn til fleiri stovnar. Millum annað Vesturstova, sum er eldrasambýlið í Fuglafirði og Vørn, sum fyrr æt MRCC.

Vinnarauppskotið varð avdúkað 10. september og ein virðisløn á kr. 5.000,- fylgdi við. Vit ynskja Jógvani til lukku við navninum.