Náttúruvísindadeildin, Knud Simonsen
07.12.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Bátasavnið: Teldutøk streymkort og sjóvarfalsorka

Herfyri var vaktar- og bjargingarskipið Brimil í Leirvíksfirði og setti ein streymmátara niður á botnin fyri Náttúruvísindadeildina. Týsdagin 8. desembur verður greitt frá endamálinum við mátingunum á Bátasavninum í Leirvík.


Týskvøldið 8. desembur kl. 20.00 fer Knud Simonsen, havfrøðingur og lektari á Fróðskaparsetrinum, at greiða frá einari verkætlan, sum hevur til endamáls at kanna møguleikarnar fyri at vinna orku úr sjóvarfalsrákinum, og hvussu tær kunnu brúkast til at veita neyvari kunning um sjóvarfalsrákið.

Fyrr í ár vórðu líknandi mátingar gjørdar í Skopunarfirði, og í 1990 vórðu streymmátingar gjørdar mitt í Vestmannasundi. Hesar mátingar, saman við teldusimuleringunum av sjóvarfallinum, benda fyribils á, at sjóvarfalsrákið kann geva eitt munandi íkast til framtíðar orkuframleiðslu. Úrslit frá teldusimuleringunum, sum eru gjørdar higartil, benda ikki óvæntað á, at Leirvíksfjørður er eitt av økjunum, ið tykjast áhugaverd sum framtíðar orkuveitari.

Eisini verður greitt frá um HÚK-skipanina, sum er ein plottara skipan við teldutøkum streymkortum og fiskimiðum. HÚK er stytting av Hent Útróðrar Kunning. Streymkortini, ið eru í hesari skipan, eru úrslit av teldusimuleringum, sum Náttúruvísindadeildin hevur framt seinastu árini, meðan fiskimiðini eru úr søvnum hjá miðamonnum kring landið.