University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Benadikt Joensen námslektari í orkuverkfrøði
19.06.2015
Náttúruvísindadeildin

Benadikt Joensen námslektari í orkuverkfrøði

Benadikt Joensen er settur í starv sum námslektari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini.


Benadikt hevur breiða útbúgving. Hann er elverkfrøðingur frá Danmarks Ingeniørakademi í 1980 og M.Sc. í leitingarjarðalisfrøði frá Fróðskaparsetrinum í 2010. Haraftrat hevur hann tikið meginpartin av B.Sc. útbúgvingini í havlívfrøði á Fróðskaparsetrinum umframt fleiri stakskeið frá øðrum hægri lærustovnum. Hann hevur pedagogikum fyri yrkisskúlalærarar.

Umframt at hava arbeitt sum elverkfrøðingur í nøkur ár hevur Benadikt drúgvar undirvísingarroyndir frá Vinnuháskúlanum, frá gymnasialu tøknbreytini í Klaksvík og frá øðrum miðnámsútbúgvingum. Hann hevur somuleiðis hollar royndir við undirvísing í fleiri skeiðum á Náttúruvísindadeildini og hevur verið avloysari á Danmarks Ingeniørakademi.

Benadikt fer  serliga at undirvísa í orkuverkfrøði og luttaka í menning av hesum fakøki á Fróðskaparsetrinum. Hann byrjar í starvinum tann 1. august 2015.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00