15.06.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Bergur Djurhuus Hansen blivin lektari á Føroyamálsdeildini

Bergur hevur starvast sum adjunktur á Føroyamálsdeildini síðani 2012. Í 2015 gjørdist hann ph.d. í bókmentum við ritgerðini Er heima til? Ein tekstástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristians Osvald Viderø.


Bergur hevur verið sera virkin í sínum starvi sum adjunktur. Hann hevur undirvíst, luttikið á ráðstevnum, virkað sum lestrarráðgevi, verið formaður í lestrarráðnum, skrivað vísindaligar greinar, verið í vísindaligum netverkum og luttikið í fyrireikingunum til nýggju útbúgvingarnar í Fjølmiðlafrøði og Listaligum arbeiði, ið báðar byrja við einstøkum skeiðum í heyst. 

Í nevndini, sum metti um førleikarnar hjá Bergi at taka við lektarastarvinum, sótu Dagný Kristjánsdóttir, professari á Háskóla Íslands, Frederik Tygstrup, professari á universitetinum í Keypmannahavn, og Jürg Glauser, professari á universitetinum í Zürich/Basel. Í niðurstøðuni skrivaðu tey m.a.: 

“Bergur Djurhuus Hansens samlede forskning, forskningsplaner og prosjekter, fra hans ansettelse som adjunkt ved Fróðskaparsetur Føroya til i dag, viser teoretiske og analytiske ferdigheter og en sjelden evne til å presentere komplekse problemer på en nuansert, klar og pedagogisk måte. Hans akademiske utvikling viser et bredt litterært og teoretisk interessefelt man har samtidig bestemte fokuspunkter og indre sammenheng.”

Bergur varð settur í starv sum lektari í bókmentum 1. juni í ár.