Sanna Klein
04.12.2017
Skriva út

Betri legat  - Umsóknarfreistin er ávikavist 15. juni og 15. desember.

Nú ber til at søkja um Betri legat.


Betri legat er eitt legat fyri ung føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uttanlands uppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina. Betri legat er uppá kr. 15.000 og verður latið upp til tveimum umsøkjarum, tvær ferðir árliga – 1. juli og 1. januar.  

Krøv til umsøkjarar

Fyri at fáa Betri legat, er neyðugt, at:

  • Tú ert í ferð við at taka eina hægri bókliga útbúgving ella eina yrkisútbúgving.

  • Legatið verður nýtt í sambandi við lestrar uppihald uttanlands.

  • Lestrar uppihaldið ikki er byrjað, tá søkt verður um stuðulin.

  • Betri Banki er tín høvuðsbanki

  • Tú greiðir frá uppihaldinum á bloggi e.l. á heimasíðuni hjá Betri. 

 Lestraruppihaldið

Lestrar uppihaldið skal vera partur av útbúgvingini, ið tú ert í ferð við at taka. Tað kann t.d. vera ein lestrarhálva ella ein starvsvenjing.  Legatið er bæði fyri føroysk lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlands. Lestrar uppihaldið skal tó vera í einum øðrum landi enn útbúgvingar stovnurin,  tvs. at ert tú t.d. í læru í Føroyum og ætlar tær til Italia at fáa íblástur til útbúgvingina, kanst tú søkja um Betri legat. Ella tú eitt nú lesur í Danmark og kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini í Føroyum ella Japan, so kanst tú søkja um Betri legat.

 Bloggurin

Meðan tú ert burtur á lestrarferð, ella í seinasta lagi ein mánaða eftir heimkomu, sendir tú ein blogg til marknadardeildin@betri.fo. Tú kanst velja at skriva bloggin ella gera ein videoblogg. Velur tú at skriva, skal bloggurin í minsta lagi vera 2500 tekn. Gert tú ein videoblogg, skal hann vera min. 3 min.

Legat-bloggurin kann nýtast í marknaðarføring hjá Betri Banka, t.d. á Facebook og Instagram.

Bloggurin liggur eisini á heimasíðuni. Her fara vit at samla allar tær spennandi ferðafrásagnirnar frá lesandi, ið hava fingið Betri legatið. Les meira á betri.fo

Gjaldið / Peningaupphæddin

Betri legat er á 15.000 kr. og verður útgoldið á tína kontu í Betri, tá tú fert avstað. 

 Umsóknir

Søkjast kann beinleiðis á www.betri.fo

Umsóknarfreistin er ávikavist 15. juni og 15. desember.