Brynhild Thomsen
29.10.2021
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Betri stuðlar gransking á Setrinum

Fróðskaparsetur Føroya hevur fingið játtað meira enn eina millión krónur í granskingarstuðli frá Betri

Einaferð um árið tekur stuðulsgrunnurin hjá Betri, sum eitur Betri-stuðul, støðu til umsóknir um granskingarstudning, og hesaferð hava fimm granskingarverkætlanir á Fróðskaparsetri Føroya fingið játtan.

Talan er um umleið 1.1 millión krónur.

Verkætlanirnar, sum Betri valdi at stuðla á Setrinum í 2021, fevna um granskingarøki á Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Føroyamálsdeildini og á Námsvísindadeildini.

Tórunn Højgaard Ósá er námslektari í sjúkrarøktarfrøði og hevur fingið stuðul til sína ph.d.-verkætlan, “Neurologiskar sjúkur hjá børnum í Føroyum: Farsóttarfrøði, svøvnólag og ávirkan av eini tónleikauppliving”

Firouz Gaini er professari í antropologi og hevur fingið stuðul til granskingarverkætlan um pápaleiklutin í dagsins samfelag. Hansara verkætlan eitur “Pápar í Føroyum 2022 - ein kvantitativ kanning av støðuni hjá pápum og familjum í Føroyum”

Elsa D. Johannesen er námslektari í sjúkrarøktarfrøði og hevur fingið stuðul til sína ph.d.-verkætlan, “Palliativ umsorgan í heiminum: Ein kvalitativ kanning í Føroyum”

May-Britt Skoradal er varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og adjunktur í heilsuvísindum. Hon hevur fingið stuðul til eina granskingarverkætlan um typu2-diabetes

Sissal Maria Rasmussen, adjunktur á Námsvísindadeildini, og Hjalmar P. Petersen professari á Føroyamálsdeildini hava fingið stuðul til granskingarverkætlan um fleirmæli í Føroyum

Lesið meira um møguleikarnar fyri granskingarstuðli frá Betri her.