21.12.2020
Setrið
Skriva út

Bílegg samrøðu við Setrið á Jobmatch

Jobmatch 29. desember verður talgilt - bílegg samrøðu við Setrið nú

Fyri at fáa dreymastarvið er hægri útbúgving mangan avgerandi lykilin.

Á okkara universiteti, Fróðskaparsetrinum, eru eini 1000 lesandi, 30 útbúgvingar og eini hálvtannaðhundrað starvsfólk.

Vit hava fimm fakultet: Náttúruvísindadeildina, Søgu- og samfelagsdeildina, Deildina fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Føroyamálsdeildina og Námsvísindadeildina.

Hvørt ár byrja eini 300 nýggj lesandi á Setrinum, harav eini 50 fara undir eina masterútbúgving her.

Kanska tú ert ein teirra?

Hevur tú eina bachelorútbúgving, men manglar yvirbygnaðin fyri ordiliga at kunna bjóða teg fram á arbeiðsmarknaðinum?

Kom so á Setrið og tak eina master í til dømis heilsuvísindum, politikki, umsiting, løgfrøði, føroyskum, sosialvísindum ella samfelagsplanlegging.

Ella tú hevur kanska eina master?

Jamen, hví so ikki taka serfrøðingastigið fult út og fara undir ph.d.-lestur á Setrinum?

PHd-lestur er trý-ára granskaraútbúgving, sum er neyðug fyri at kunna fáa starv sum granskari á universitetum og granskingarstovnum. Mong nútímans virki, serliga slík sum menna nýggjar vørur og tænastur, seta fólk við ph.d.-útbúgving í starv.

Í løtuni eru 17 ph.d.-lesandi innskrivað á Fróðskaparsetrinum.

Og vit vilja fegin hjálpa tær at koma í gongd eisini.

Vit hava vegleiðarar, yvirlit yvir grunnar at søkja fígging úr og vit hjálpa tær við at fáa tínar umsóknir góðskutryggjaðar.

Á Setrinum hvessir tú tær vitið og fílar lykilin til dreymastarvið.

Skráset teg nú á jobmatch.fo og bílegg eitt prát við okkara starvsfólk á Setrinum.

Hygg her.