University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Birna Olsen blivin MA
02.11.2015
Føroyamálsdeildin

Birna Olsen blivin MA

31. oktober helt Birna Olsen meistarafyrilesturin "Tristanisma, Pól og Regin". Fyrilesturin, sum var almennur, er seinasti parturin av MA-náminum og Birna hevur sostatt lokið MA-prógv í føroyskum.



Evnið í fyrilestrinum er knýtt at MA-ritgerðini hjá Birnu, sum hevur heitið “”Syng um ástir” – lýriskar kærleikamyndir í yrkingum hjá Pól F. Joensen og Regini Dahl”. Í ritgerðini eru m.a. ymisk aspekt av kærleikahugtakinum til viðgerðar, teirramillum tristanisma.  
Í fyrilestrinum fór Birna í dýpdina við hugtakinum tristanismu søguliga og ástøðiliga. Hon greindi tað serstaka slagið og fatan av ást, sum tristanisma er, í stuttum sagt, ást sum hevur sína fyritreyt í forðingum, sum gera ástarsameining ómøguliga. Eisini greiddi hon frá, hvussu útbreitt hetta hugtakið hevur verið í vesturlendskum skaldskapi gjøgnum tíðina, har tað hevur verið og er ein avgerandi táttur í hugmyndafrøðini um kærleika og hjúnaband. Við valdum yrkingum hjá Pól F. Joensen og Regini Dahl sum dømum vísti Birna, hvussu tristanisma ger vart við seg í tí lýriska myndamálinum hjá hesum tveimum skaldunum.  


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025