Malan Marnersdóttir
30.09.2019
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Biskupur heiðursdoktari á Ilisimatusarfik

Á ársveitsluni tann 27. september tilnevndi Ilisimatusarfik Sofie Petersen til heiðursdoktara, ph.d. honoris causa.

grønlendski biskupurin Sofie Petersen

Sofie Petersen hevur skipað fyri nýggjari týðing av bíbliuni, nýggjari ritualbók og staðið á odda fyri nýggju sálmabókini, sum kom í 2008. Sofie Petersen er úr Maniitsoq, útbúgvin gudfrøðingur frá universitetinum í Århus og hevur eftir lokið prógv virkað í Grønlandi og varð í 1995 innsett biskupur í Hans Egede-kirkjuni í Nuuk. Hon er áttandi heiðursdoktarin, grønlendska universitetið hevur tilnevnt.

grønlendski rektarin Gitte Adler Reimer

Á ársveitsluni greiddi rektarin Gitte Adler Reimer frá, at síðani seinastu veitslu eru 110 lesandi útskrivað frá Ilisimatusarfik, og at talið á innskrivaðum studentum er nærum tvífaldað hesi seinastu tíggju árini, soleiðis eru í ár 196 nýggj innskrivað til lestur á Ilisimatusarfik. Av teimum eru flest farin at lesa til lærara, næstflest vinnubúskaparfrøði og triðflest lóg. Rektarin fegnaðist um, at fleiri og fleiri koma beinleiðis úr studentaskúlunum.

Ársveitslan á Ilisimatusarfik verður hildin seinasta fríggjadagin í september, sum í ár var tann 27.

Malan Marnersdóttir, stýrislimur á Ilisimatusarfik