University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
B.Kunoy.jpg
Søgu- og samfelagsdeildin
27.09.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Bjørn Kunoy adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum

Bjørn Kunoy tilnevndur adjungeraður professari í altjóða lóg frá 1. oktober 2019

Grundað á tilmæli frá akademiskari metingarnevnd, sum læt frágreiðing í august 2019, hevur leiðslan á Fróðskaparsetri Føroya tilnevnt Bjørn Kunoy adjungeraðan professara í altjóða lóg við Fróðskaparsetrið. Í metingarnevndini sótu James Crawford, dómari við altjóða dómstólin í Haag, Mathias Forteau, professari við Université Paris-Nanterre, og Alain Pellet, professari emeritus, Université Paris-Nanterre.

Bjørn Kunoy er 44 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn, og hevur doktaraprógv í almennari lóg (public law) frá Université Paris-Nanterre í París frá 2013.

Bjørn Kunoy er ein altjóða viðurkendur granskari í altjóða lóg við serligum atliti til landgruns- og marknaspurningar, og hevur hann skrivað fleiri enn 30 greinar í leiðandi altjóðarættarligum og ES-rættarligum tíðarritum, fleiri teirra útgivin av Oxford University Press og Cambridge University Press.

Umframt at hava verið ráðgevi í altjóðarættarligum spurningum fyri Føroya Landsstýri í meira enn 10 ár, hevur Bjørn eisini verið samráðingarleiðari fyri danska kongaríkið í marknamálum um landgrunn Føroya, havt prosessleiðsluna í altjóðarættarmálum millum Føroyar og ES, og í fleiri førum hevur Bjørn ráðgivið fremmandum stjórnum í altjóðarættarligum marknaspurningum, seinast ráðgevi fyri uttanríkisráðið í Kili.

Bjørn Kunoy tekur við starvinum sum adjungeraður professari frá 1. oktober 2019.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya