University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Erika Anne Hayfield.jpg

Mikudagin 26. apríl frá klokkan 12-13 eru øll vælkomin til framløgu um koronu hjá Eriku Hayfield, granskara

21.04.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Blív klókari uppá ein tíma mikudagin

Fróðskaparflís: Erika Anne Hayfield, lektari í samfelagsvísindum og granskari, hevur almenna middagsframløgu um koronu á Søgu- og samfelagsdeildini mikudagin 26. apríl

Framløgan eitur "At finna meining í lockdown: Ein kanning av COVID-dagbókum", og Erika fer at leggja úrslit úr 51 koronadagbókum og samrøðum fram.

Granskingarverkætlanin setur sjóneykuna á fyrstu tíðina við COVID-19, tá Føroyar og restin av heiminum fór niður í ferð – eitt tíðarskeið uttan fordømi.

COVID-19 kreppan elvdi til stórar broytingar og órógv av alstórum týdningi. Á fakmáli kann hetta tíðarskeiðið sigast at vera ein sonevnd ”cosmology episode”, sum er ein undantaksstøða, har alt tað, vit kenna og liva eftir, verður ókent og løgið. Í einari “cosmology episode” royna fólk at finna høpi í støðuni (sense-making) og tillaga seg til nýggja veruleikan.

Kanningin varpar ljós á mótstøðuføri (resilience processes), sum eru evnini at yvirliva og finna fram til ein nýggjan normalitet. Úrslitini verða sett í føroyskan samanhang, og kannað verður, hvønn týdning tað hevði á mótstøðuførið at vera eitt lítið oyggjasamfelag í lockdown.

Øll eru hjartaliga vælkomin á veghæddina í Jónas Broncks gøtu 25 at lurta. Framløgan er frá klokkan 12.00 - 13.00.

Næstu ferð, at froðskaparflís verður á skránni á Søgu- og samfelagsdeildini er 17. mai klokkan 12:00. Tá fer Andras M. Mortensen, lektari í søgu, at hava framløgu við heitinum, "Seyðabrævið og kongligur lóggávupolitikkur síðst í 1200-talinum".

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving