University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bogi undirvísir granskarum á MIT
30.01.2014
Náttúruvísindadeildin

Bogi undirvísir granskarum á MIT

Fríggjadagin 24. januar var Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði, á Massachusetts Institute of Technology (MIT), har hann helt eitt seminar um framtíðar vindmyllugeneratorar.


Seminarið var fyri granskarar á Francis Bitter Magnet Laboratory (FBML) á MIT. Endamálið við seminarinum var at greiða granskarunum á MIT frá gongdini í menningini av vindmyllugeneratorum, og at finna eitt møguligt samstarvsøki millum Fróðskaparsetur Føroya, DTU og MIT.

Massachusetts Institute of Technology (MIT) var sett á stovn 10. apríl 1861 og er helst kendasta tekniska universitetið í heiminum. MIT hevur 80 nobelprísmóttakarar (Nobel Laureates) og verður sæð sum fremsta universitetið í heiminum innan verkfrøði og nýtslu av vísindum.

Meir kann lesast um MIT á www.mit.edu


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast