University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Tór Marni Weihe SSD (1)

Tór Marni Weihe er ph.d.-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini

15.12.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Bók um Russland við føroyskum íkasti í uppskoti til bókmentaheiðursløn

Ummælarar á donsku Weekendavísini hava valt sjey "framúrskarandi" bøkur sum uppskot til at fáa bókmentaheiðursløn hjá avísini fyri 2025, og á listanum er bók við spennandi føroyskum íkasti

Johanne Thorup Dalgaard er ummælari hjá donsku Weekendavísini. Saman við starvsfeløgum sínum hevur hon verið við til at valt sjey av teimum bestu útgávunum í Danmark í 2025 til at fáa bókmentaheiðurslønina hjá Weekendavísini fyri 2025.

Á úrvalslistanum er bókin "Verden set fra Rusland. Idéer, ideologier og utopier", sum Tine Roesen,  lektari á Københavns Universiteti í russiskari mentanarsøgu, hevur ritstjórnað.

Í bókini er eisini ein partur, sum Tór Marni Weihe, ið nú er ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað um russiska anarkismu.

Tað er Aarhus Universitetsforlag, sum hevur givið bókina út, og í ummæli sínum av henni, skrivar Johanne Thorup Dalgaard m.a.:

 "Verden set fra Rusland er et solidt akademisk værk, der giver en grundig indføring i sit faglige genstandsfelt. Den er samtidig medrivende og urovækkende læsning, der for første gang giver danske læsere en unik mulighed for indblik i de ideer og tankesæt, der driver det russiske regime til at forfølge drømmen om at genrejse fordums tabte imperium aldeles uden hensyn til menneskelige omkostninger. Som sådan er den en gave til alle danskere, der ønsker at forstå den verden, vi lever i, og følgelig en oplagt kandidat til at modtage Weekendavisens Litteraturpris."

Lesið ummæli hennara av bókini í Weekendavisen her (krevur hald).

Og til ber at atkvøða um, hvør bók skal fáa heiðurslønina her (krevur eisini hald).

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing