12.04.2018
Til lesandi Fróðskapur Føroyamálsdeildin
Skriva út

Bókakafé í H.N. Jacobsens Bókahandli

Kvæði – nýggj sjónarmið – Ballads – New Approaches Í sambandi við útgávuna av greinasavninum um kvæði, dans, kvæðamál og –mentan verður bókakafé í íbúðini í H. N. Jacobsens bókahandli fríggjadagin tann 13. apríl kl. 16. Malan Marnersdóttir, professari, dr.phil., bjóðar vælkomin og kunnar um bókina og skránna


Greinirnar í bókini eru  úrslit frá ráðstevnuni um kvæði, sum var á sumri í 2015. Ráðstevnan var hildin í sambandi við, at tað vóru 150 ár síðani H. N. Jacobsens bókahandil byrjaði virksemi sítt. Stevnan var eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið, bókahandilin, Norðurlandahúsið og Granskingargrunnin. H. N. Jacobsens bókahandil og Fróðskapur geva bókina út tí felag. Eyðun Andreassen og Malan Marnersdóttir hava ritstjórnað bókina við hjálp frá Sannu A. Dahl, Tinu K. Jakobsen og Erlingi Isholm.

Eyðun Andreassen, professari, dr.phil. – Sjúrðar kvæði - aldurin enn eina ferð
Greinin hjá Eyðuni Andreassen svarar greinini hjá Peter Andersen aftur, har hann sigur, at kvæðini vóru ikki til fyrr enn tey vóru uppskrivað. Eyðun vísir á, at Sjúrðar kvæðini vóru til, áðrenn Lyngbye kom fram á tey og skrivaði tey fyrstu upp. Eyðun vil vera við, at teir, ið savnaðu, skrivaðu og ritstjórnaðu føroysk kvæði, skaptu hugtakið Sjúrðar kvæði.

Hanus Kamban, ph.d.h.c. rithøvundur – Nýggj útlegging av Runsivalsstríðnum
Hanus Kamban staðfestir, at í roynd og veru er talan um tvey høvuðssnið av kvæðinum, har munir eru á yvirflatanum, men ikki í kjarnanum. Hanus kemur fram til, at kvæðini um Runsivalsstríðið eru allegoriir um stríðið millum Gud og Satan og deyða Kristusar á Golgata.

Hjalmar P. Petersen, lektari, dr.phil. – Frasuklitikað –sa  sum í Jákupsa
Í síni grein kannar Hjalmar Petersen ‘frasuklitika’, sum er nýtt at siga frá ognarmynstrum sum ‘Jákupsa og mammusa bilur’. Við teimum ‘frasuklitika’, sum hann hevur funnið í føroyskum kvæðunum, setur hann fram eina nýggju hugsan um sa-klitika.

Tóta Árnadóttir, M.A., ph.d.-lesandi – Flúgvandi biðil og felagar hansara í øðrum kvæðum.
Tóta Árnadóttir hevur granskað kvæðið um Flúgvandi biðilin (CCF127) og greiðir frá hugsandi sambondum hansara við onnur kvæðir og aðrar søgur í europeiskari mentan.

Sláið ring – farið verður upp á gólv.


Tiltakið varir umleið 1 1/2 tíma
HNJ bjóðar kaffi/te v.m.