University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Faroese Phonetics And Phonology
17.03.2025
Setrið Føroyamálsdeildin

Bókaútgáva: Føroysk fonetikk og fonologi

Forlagið de Gruyter Mouton (Berlin/Boston) gevur í hesum døgum út bókina Faroese Phonetics and Phonology eftir Hjalmar P. Petersen og Laurence Voeltzel

Í bókini eru 11 kapitlar um føroyska fonetikk og fonologi, og telur bókin tilsamans 376 blaðsíður. Hon er nummar 34 í røðini Phonology and Phonetics hjá forlagnum.

Bókin er ein fonetiskt grundað fonologi, har høvundarnir nýta Element Theory at greina føroysku sjálv- og hjáljóðaskipanina. Umframt kapitlar, har sjálv- og hjáljóð verða lýst og greinað, eru kapitlar um tey føroysku málførini, um ljóðbroytingar frá gomlum vesturnorrønum til føroyskt, og um samanspælið ímillum fonologi og morfologi. 

Arbeiðið byrjaði á sumri í 2020, og Hjalmar og Laurence hava støðugt arbeitt við bókini hesi árini fram til nú, hon kemur út. Bókin fer at vera ein tilvísingarbók um føroyska fonologi og fonetikk í framtíðini, tí hon er einasta bók, sum viðger evnið, har fokus bara er á føroyskt. 

Stutt um høvundarnar
Laurence Voeltzel er fonologur. Hon skrivaði doktararitgerð sína við universitetið í Nantes í Fraklandi við heitinum Morphophonology of Scandinavian languages. Segmental hierarchy and syllabic complexity. Nantes: University of Nantes dissertation, 2016, og hon hevur eisini skrivað annað um føroyska fonologi. 

Hjalmar P. Petersen er professari í føroyskum málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har hann serliga granskar í nútíðarføroyskari fonologi, morfologi og syntaksi.  

Les meira her.

 

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving