Bókaútgáva: Frá Kuwait til Kyiv
Fróðskapur hevur givið út bókina Frá Kuwait til Kyiv. Tvær heimsmyndir og russisku innrásirnar í Ukraina eftir Hans Andrias Sølvará
Frá at hava fingist mest við føroyska politiska søgu og samfelagsviðurskifti hevur Hans Andrias Sølvará seinastu tíðina granskað og skrivað um altjóða politikk og vaksandi stríðið millum Russland og vesturheimin. Úrslitið er bók á føroyskum um kríggið í Ukraina.
Í sambandi við útgávuna verður tiltak á Reinsarínum í Havn mánakvøldið 14. oktober klokkan 19.30. Har fer Hans Andrias Sølvará at greiða frá um bakgrundina og um bókina, og síðani fara Sjúrður Skaale og rithøvundurin at skifta orð um útgávuna.
Tá kalda kríggið endaði í 1991, væntaðu summir serfrøðingar, at ein ljósari framtíð við altjóða friði, semjum og útbreiðslu av demokratiskum stýrisskipanum til heimsins lond stóð fyri framman. Tað skuldi skjótt vísa seg, at hendan jaliga metingin var heilt skeiv.
Og í 2022 vaknaði heimurin við kaldan dreym til ein heilt annan altjóða veruleika, har heimsskipanin frá seinna heimskríggi varð hótt. Russiska innrásin í Ukraina 24. februar 2022 tveitti fyri fyrstu ferð síðani heimskríggið Evropa út í eitt stórkríggj, sum í vavi og ágangi kundi samanberast við tann nasistiska ágangin undir seinna heimskríggi.
Summi tykjast halda, at tað er hernaðarligi ágangurin úr Kreml síðani kalda kríggið, sum er høvuðsgrundin til hesa gongdina, meðan onnur tykjast halda, at tað er víðkanin av NATO eystureftir síðani 1991, sum er høvuðsgrundin til hesa stórpolitisku støðuna.
Í nýggju bók síni greinar og lýsir Hans Andrias Sølvará stórpolitisku gongdina í eysturevropa síðan 1991, og spurt verður, hvussu hetta kundi henda, og hvørjar avleiðingar hetta kann fara at fáa stórpolitiskt.
Hans Andrias Sølvará er professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er trettanda bók hansara og tann níggjunda, sum Fróðskapur gevur út av hansara verkum. Hann er virkin miðlari bæði við ritstjórn, greinum og fyrilestrum til leik og lærd.
Bókin er 427 síður við myndum og kortum. Anker Eli Petersen hevur gjørt permumyndina. Bókin kostar 380 krónur í bókabúðunum.
Á útgávutiltakinum 14. oktober fæst bókin fyri serprís.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...