University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bókaútgáva: Í Bókmentagrønanum
31.05.2018
Fróðskapur Føroyamálsdeildin

Bókaútgáva: Í Bókmentagrønanum

Fróðskapur hevur givið út bókina Í Bókmentagrønanum – Tríggjar greinir um nýggjan føroyskan skaldskap. Setursrit 9. Permumyndin er málningur hjá Hansinu Iversen. Bókin er 141 blaðsíður og fæst til keyps í bókabúðunum fyri 230 kr.


Í bókini eru prentaðar tríggjar ritgerðir, sum viðgera nýggjan føroyskan skaldskap. Ritgerðirnar eru styttar eitt sindur og tillagaðar, so tær eru at líkna við greinir og hóska einum almennum lesaraskara. Heitið, Í bókmentagrønanum, sipar til navnorðið “ein grøni”, sum verður brúkt um eitt grønt øki, eina gróðrargóða grasfløtu.

Silja Aldudóttir lýsir og greinar í ritgerðini Men tað lekur millum vitið, skilið og kjøtið, hvussu kroppurin sum lívrunnin og ólívrunnin eind er evni í yrkingum eftir Sissal Kampmann.

Ragnar Sigrunarson kannar grotesk stílbrigdi í trimum stuttsøgum úr tíðarritinum Vencli nr. 15/2015. Tað eru stuttsøgurnar “Sexologurin” eftir Ludvík á Brekku, “Sunnudagur” eftir Sólrún Michelsen og “Fellan” eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Ritgerðin hjá Ragnari hevur heitið Uttan mál og mark.

Lydia Didriksen viðger í ritgerðini Eg eri – ikki eg – eri eg eitt rák, sum hevur nøkur ár á baki,  men framvegis er sjónligt og verður endurnýggjað, nevniliga at rithøvundar skriva um seg sjálvar og brúka síni egnu nøvn í verkum, sum fáa heitið skaldsøga. Í ritgerðini verður skaldsøgan hjá Silviu Henriksdóttur Sig at du lyver frá 2011 greinað og viðgjørd við støði í einum kjaki um, hvussu nýggja tekstslagið kann skilmarkast og greinast bókmentavísindaliga.

Bergur Djurhuus Hansen, lektari, og Sanna Andrassardóttir Dahl, vísindaligt hjálparfólk, á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum hava ritstjórnað ritið.

Setursrit er ein ritrøð við greinum eftir granskarar og lesandi á Fróðskaparsetrinum. Evnini eru sprottin av námi og gransking, og útgávan er ætlað granskarum og lesandi á Setrinum, næmingum og lærarum við teir hægru skúlarnar og øllum áhugaðum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya