University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bókaútgáva: Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes
07.01.2011
Føroyamálsdeildin

Bókaútgáva: Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes

Bók er útkomin við greinum og ritgerðum, sum byggja á og viðgera rannsóknirnar hjá tí viðgitna mál- og bókmentagranskaranum Jákupi doktara (1864-1918), serliga tann føroyska og hetlendska partin av gransking hansara.


Høvuðsevnini í bókini eru málfrøði, staðanavnafrøði og rannsóknir av skaldskapi av manna munni og aðrari fólksligar mentan. Aftast í bókini er bókfrøðiligt yvirlit yvir skrivliga avrik Jákups. Bókin er á enskum máli.

Tann fyrsta og tann seinasta greinin ramma bókina inn. Fyrsta greinin greiðir frá ævisøgu Jákups doktara, og tann seinasta kannar ta ríku hugmyndafrøðiligu merkingarskapanina, sum spratt av verki Jákups, og ávirkanina, sum hon hevur havt og framvegis hevur.

Tey ið skrivað hava eru føroyingar, hetlendingar, granskarar úr flestum norðurlondum, Skotlandi og øðrum pørtum av Bretlandi,  Írlandi og USA. Ritgerðirnar hava uppruna í fyrilestrum, sum høvundarnir hildu á føroysk-hetlendskari ráðstevnu í Hetlandi í 2006 um lív og verk Jákups doktara. Ráðstevnan var hildin við støði í avtalu um samstarv millum millum Føroyar og Hetland, sum Føroya landsstýri og Shetland Islands Council gjørdu sínámillum í 2003.

Ritstjórar eru Brian Smith, stjóri á Skjalasavni Hetlands, Lerwick, ogTurið Sigurðardóttir, professari á Fróðskaparsetri Føroya.

Útgevarar eru Ágóðagrunnur Hetlands (Shetland Amenity Trust) og Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskapur stendur fyri søluni av bókini, sum er 278 síður og kostar 225 krónur.

Niðanfyri er ummælið, sum Hanus Kamban hevur skrivað um bókina.

Ummali_HanusKamban_JakupJacobsen.pdf

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum