Firouz Gaini, professari hevur verið við til at ritstjórna og hevur skrivað kapittul, eins og Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum
Brynhild Thomsen
20.04.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Bókaútgáva: Kyn og oyggjasamfeløg

Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við Helene Pristed Nielsen, lektara á universitetinum í Ålborg, ritstjórnað nýggju bókina, "Gender and Island Communities"

Bókin, sum forlagið Routledge gevur út, viðger kynsleiklutir í Grønlandi, Føroyum, Hawai’i, Tasmania, Puerto Rico og Okinawa í Japan.

Firouz Gaini hevur skrivað fyrsta kapittul, “Gender, Change and Continuity in Island Communities”, saman við Helene Pristed Nielsen. Eisini hevur hann skrivað ein kapittul um kyn, samleika og militarismu í Okinawa í Japan.

Erika A. Hayfield, lektari á Setrinum, hevur skrivað tekstin úr Føroyum, sum kannar foreldraleiklutin, kyn og arbeiði í Føroyum í dag.

Við støði í einari kritiskari diskursanalysu av løgtingsviðgerðunum av uppskotinum um at fáa eina føroyska barsilsfarloyvisskipan (ár 2000) og av uppskotinum um at økja pápakvotuna í barsilsfarloyvinum (ár 2013) lýsir og greinar Erika Hayfield relatiónina millum lønt arbeiði og umsorganararbeiði (t.d. foreldraumsorgan), sum hevur eina greiða kynsdimensión í føroyska samfelagnum.

Hon hyggur at føroyska oyggjasamfelagnum við nógvum monnum, sum arbeiða á sjónum, sammett við onnur Norðurlond (vælferðarsamfeløg við javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum) og metir, at ráðandi kjak (diskursir) um kyn, arbeiði, umsorgan og tað at vera eitt oyggjaland seta karmar um arbeiðsmarknaðarpolitikkin viðvíkjandi barsilsfarloyvi.

Bókin gevur sum heild eitt sera gott innlit í leiklutin hjá kvinnum heima, á arbeiðsplássum, á hægri lærustovnum, í mótmælistiltøkum og í politikki.

Bókin er áhugaverd hjá lesandi og granskarum í kynsfrøði, mentanarfrøði, oyggjafrøði (“island studies”), antropologi og í høvuðsheitum í sosiologi, landafrøði, margfeldis- og fólkaræðisgransking og altjóða viðurskiftum.

Bókin kann bíleggjast her.

Gaini, F. & Nielsen, H.P. (Eds.) 2020. Gender and Island Communities. New York & London: Routledge