Jógvan í Lon, Malan Marnersdóttir, Bergur Djurhuus Hansen og Hans Harryson hava øll skrivað greinir í nýggju bókini um málamót í Útnorðri (Foto: Oda Mørkøre)
09.06.2023
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Bókaútgáva: Málamót í Útnorðri

Sprog- og kulturkontakt i Vestnorden. Om de færøske, grønlandske, islandske og norske sprogs møde med dansk

Nýggj bók er útkomin um mál- og mentanarmót í Útnorðri við forvitnisligum greinum um m.a. danskt og enskt í Føroyum og í føroyska skúlanum.

Vandkunsten hevur givið út, og ritstjórnað hevur Auður Hauksdóttir saman við Gunnstein Akselberg, Maluni Marnersdóttur, Ninu Møller Andersen og Ullu Börestam.

Bókin hevur tríggjar partar. Í fyrsta parti um mál- og mentanarsambond í Útnorðri eru tvær greinir um danskt í Føroyum. Aðra hava Jógvan í Lon og Malan Marnersdóttir skrivað um støðuna hjá donskum í Føroyum. Hin er um skiftini frá einmæltum til tvímæltar og aftur til fleirmæltar føroyskar bókmentir, sum Malan hevur skrivað.

Annar partur er um hugtakið heteroglossia hjá Michail M. Bachtin, ið snýr seg um málbland. Her eru tvær greinir um føroyskar bókmentir og hetta ástøðið. Bergur Djurhuus Hansen hevur skrivað um enskt í trimum útgávum eftir 2000, og Malan hevur skrivað um skaldsøguna Ø eftir Siri Ranva Hjelm Jacobsen.

Triði partur er um málundirvísing, har Hans Harryson hevur skrivað um danskt í føroyska skúlaverkinum.

Umframt allar hesar greinir um føroysk viðurskifti í sambandi við danskt eru forvitnisligar greinir um grønlendskt og danskt, íslendskt og danskt og um norskt og danskt.

Bókin verður til keyps í H.N. Jacobsens bókahandli.