University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Train Nonklett Vitan Og Strid
21.10.2026
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan

Fróðskapur hevur givið út bókina Vitan og stríð og stríð um vitan. Ein kanning av føroyskari fiskiveiðifyrisiting, fiski og fiskifrøðingum, 1950-1977, sum søgufrøðingurin Tráin Petursson Nónklett hevur skrivað. Í hesum sambandi verður útgávutiltak í Paname/Gamla bókhandli hin 3. novembur kl. 17.

Í 1970 mælti fiskifrøðingurin Jákup Sverri Joensen og Fiskirannsóknarstovan til, at 6-8 trolbátar fingu loyvi at veiða innan føroyska fiskimarkið, sum var 12 fjórðingar. Trý ár seinni vóru trolbátarnir vorðnir 57 í tali og Fiskirannsóknarstovan mótmælti. Hvussu bar hetta til?

Og hvussu bar tað til, at tann stóri sildafiskiskapurin í Norðuratlantshavi kollapsaði seinast í 1960-árunum, stutt aftaná hann var byrjaður?

Og hví mótmæltu kollfirðingar hummaratrolum í 1950-árunum?

Hetta og mangt annað viðger bókin Vitan og stríð og stríð um vitan. Hetta er ph.d.-ritgerð, sum Tráin Petursson Nónklett vardi í november í fjør. Kannað verður, hvørja ávirkan fiskifrøðingar høvdu á føroyska fiskiveiðifyrisiting, fiskivinnu, fiskastovnar og politikk í tíðarskeiðinum 1950-1977. Víst verður á, at teir føroysku fiskifrøðingarnir vildu, at føroysk fiskiveiða gjørdist “ein optimal veiða”. Hetta merkti, at summir fiskastovnar vórðu mettir at vera undirfiskaðir, meðan aðrir stovnar vórðu mettir at vera ovurfiskaðir.

Víst verður á í bókini, at fiskifrøðiliga vitanin varð serliga umsett til politiskar avgerðir, tá ið talan var um tilmæli, sum snúðu seg um vøkstur. Tá ið tilmælini snúðu seg um avmarkingar var ofta trupult hjá politisku skipanini at umseta vitanina til politikk. Um avmarkingar vóru til fyrimunar fyri føroyska fiskiveiðu mótvegis bretskum trolarum var hinvegin lættari at fáa politisku skipanina at taka undir við teimum.

Tráin Petursson Nónklett er postdoc-granskari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er fyrsta bók hansara. Bókin er 526 blaðsíður við myndum, kortum og talvum, og hon kostar 398 krónur í bókabúðunum.

Á útgávutiltakinum í Panamé/Gamla bókhandli í Havn týsdagin hin 3. novembur kl. 17 verður samrøða við høvundin um bókina.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Rógvi Olavson Klipt

    Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

  2. Málmiklagrunnurin

    Nýtt amboð til øll við áhuga fyri máli

  3. Mynd 6 Játtaður Stuðul Til Gransking

    Fróðskaparsetrið útvegað metstóran granskingarstuðul