University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 09 09 At 15 59 36 SPOR Sprotin.Fo

Bergur Djurhuus Hansen er lektari í bókmentum og dekanur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

09.09.2025
Setrið Føroyamálsdeildin

Bókaútgáva: Skomm og skuldarkensla í bókmentum

Forlagið Sprotin hevur givið 22 bókmentatekstir hjá Bergi Djurhuus Hansen út í bók við heitinum Spor

- Hetta er úrval av tekstum. Inngangurin er nýskrivaður og snýr seg um tað mest sum ov persónliga í bókmentum og nógvari bókmentaumrøðu seinnu árini.

So stutt og greitt skrivar Bergur Djurhuus Hansen, nú nakrir bókmentatekstir hansara eru savnaðir og komnir út í bók, sum eitur Spor. 

Forlagið hevur eitt brot úr innganginum hjá Bergi, sum vit eisini endugeva her:

Fyri rithøvundar er tað kanska ein ivi um endamálið við at skriva. Er tað viðkomandi? Nóg gott? Ungi rithøvundurin í Sult (1890) eftir Knut Hamsun verður lýstur sum bæði ágangandi og „hed af skam“. Í skaldsøguni Í havsins hjarta (2007) eftir Gunnar Hoydal „dandar“ høvuðspersónurin, sum er rithøvundur, millum ovurhuga, stórlæti og skomm.

William Heinesen sendi í 1936 eina grein um Chr. Matras til svenska tíðarritið Ord och Bild. Tá Chr. Matras frætti um tað, skrivaði hann til William Heinesen, at hann var „heldur illa við“ og kendi seg sum eina flundru, ið varð drigin upp av havsins botni.

Um nú rithøvundar hava tað á slíkan hátt, hvussu so við ummælarum? Kendi yrkjarin og essayisturin T.S. Eliot (1888-1965) helt, at í ummælum og viðgerð av bókmentum er neyðugt at virða ein annan myndugleika enn seg sjálva/n, um ikki rein tilvild skal ráða.

Tekstirnir í hesi bókini eru eitt úrval av ummælum og viðgerðum, sum áður hava staðið í føroyskum bløðum og ritum. Úrvalið er gjørt eftir, um ein viðgerð er í tekstunum, sum er meiri enn ein persónlig og tíðarbundin støðutakan. Tað eru nýggjar føroyskar bókmentir frá seinastu uml. 20 árunum, sum ljós verður sett á. Okkurt ummæli er stutt, einstakar viðgerðir eru drúgvari og við tilvísingum.

Bergur hevur annars skrivað eina rúgvu av greinum og ummælum av bókmentum, og sum granskari hevur  hann eisini givið vísindaligar greinir út um samtíðarskaldskap, modernismu, ferðafrásagnir o.a.

Lesið meira um Berg á akademiska vanga hansara her.

Sprotin hevur bókina her. Tóroddur Poulsen eigur permumyndina, sum hann kallar "Hevd".

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum