Bókaútgáva um bumbuatsókn móti løgtinginum
Sunnudagin 18. september gevur Fróðskapur út bókina "Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945" eftir Hans Andrias Sølvará, professara i søgu.
Útgávan er á ársdegnum fyri bumbuatsóknina við løgtingshúsið, sum var ein lítlan tíma eftir midnátt 18. september 1945. Klædningurin á húsinum fór illa og nógvir rútar á vestursíðuni brotnaðu. Eisini í grannalagnum brotnaðu nógvir rútar.
Eingin var inni í løgtinginum, tá bumban brast uttanfyri, og eingin fekk nakran skaða av spreingingini, heldur ikki uttanfyri. Nøkur fólk høvdu kortini verið inni í løgtinginum ein tíma, áðrenn bumban brast.
Hóast drúgvar rannsóknir eydnaðist tað ikki løgregluni at loysa málið, eingin varð skuldsett/ur ella dømd/ur, men seinni hevur verið ført fram, at ætlanin hevði verið at raka ávís fólk inni í løgtinginum.
Hans Andrias Sølvará hevur kannað tað forkunnuga tilfarið hjá løgregluni um málið og skrivað eina bók um bumbuatsóknina, sum ofta hevur verið nevnd, men eingin fyrr hevur kannað.
Bumban sprongdist í eini politiskt turbulentari tíð í føroyskari søgu beint eftir seinna heimsbardaga, tá stríðið millum tey, sum ynsktu, at Føroyar framhaldandi skuldu vera saman við Danmark, og tey, sum hildu, at Føroyar nú vóru klárar til at loysa frá Danmark, gjørdist javnari og harðari.
Bókin er 197 blaðsíður og kostar 230 kr. í bókabúðunum.
- 07.10.2024 Setrið FøroyamálsdeildinHví skulu vit lesa Heðin Brú í dag?Bergur Djurhuus Hansen helt hesa røðuna á Sandi 28. septe...
- 07.10.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi LestrarskrivstovanSøk um upptøku gjøgnum VanganSum nakað nýtt skulu fólk, sum søkja um lestrarpláss á Fr...
- 04.10.2024 Setrið NámsvísindadeildinNámsvísindadeildin upp í NTI-netverkiðNámsvísindadeildin verður partur av áhugaverdum norðurlen...