University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Paula Gaard phd (2).jpg

Paula Gaard, ph.d. og adjunktur á Føroyamálsdeildini er aktuell við bókaútgávu (Foto: Brynhild Thomsen)

Fróðskapur
10.06.2022
Setrið Fróðskapur

Bókaútgáva: Verjurøða ummælarans

Fróðskapur hevur givið út bókina Verjurøða ummælarans eftir Paulu Gaard, sum er ph.d.-ritgerð um føroysk bókmentaummæli í tíðarskeiðinum 1997-2007

Verjurøða ummælarans viðger ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, sum eru skrivað í føroysk bløð og tíðarrit. Heitið vísir til ta verjustøðu, sum ummælarin ofta er í, tí hann av rithøvundum verður hildin at misskilja ella mistulka skaldskap. Samstundis skal ummælarin standa til svars fyri dómar, hann fellir um skaldskap í sínari egnu samtíð, av rithøvundum, hann kann rokna við at møta aftur í ymiskum samanhangum í sínum privata gerandisdegi.

Harumframt hava nógvar røddir verið frammi seinnu árini um, at ummælini eru í einari trongari støðu vegna broytta miðlastøðu og broyttar valdskipanir í samfelagnum. Heitið vísir eisini til sjálva ritgerðina sum eina verjurøðu fyri ummælarans virksemi. Farið verður nevniliga til verka út frá teirri grundleggjandi fatan, at ummælið er týdningarmikið tekstslag, og at ummælarin hevur stórt vald í bókmentastovninum, tí hann er við til at seta dagsskránna, tá tað kemur til at virðismeta bókmentir.

Paula Gaard var ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya árini 2016-2019, og ritgerðin varð vard á vári 2021. Hon bleiv herfyri sett í starv sum adjunktur á Føroyamálsdeildini.

Janusfigururin á permuni er úr málningi hjá Bárði Dal Christiansen. Eyðun Müller Thomsen hevur gjørt permuna og Føroyaprent hevur sett upp og prentað bókina.

Bókin er 483 síður og kostar 350 kr.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving