University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bóklingur á enskum um føroyska matmentan
04.11.2016
Fróðskapur

Bóklingur á enskum um føroyska matmentan

Fróðskapur hevur givið út bóklingin Traditional Faroese Food Culture. Hetta er ein stytt útgáva av tvey binds verkinum Bót og biti. Matur og matarhald í Føroyum eftir Jóan Paula Joensen, professara, sum kom út í fjør.


Eins og bókin Bót og biti, so er bóklingurin um matmentan í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Høvundin lýsir tað, sum hevur ávirkað matmentanina og givið henni skap. Tað, sum hevur eyðkent gamla føroyska matmentan, er tað ræsta og tað turra. Tað “betra” fólkið í Føroyum var fyrst ávirkað av fremmandari matmentan, men so við og við er alt runnið saman í eina og somu matmentan. Við støði í føroyskari matmentan hevur føroyskur matstovumatur tey seinastu árini ment seg so nógv, at Føroyar eru vorðnar gastronomiskt áhugaverdar í altjóða høpi.

Jóan Pauli Joensen, professari emeritus, dr.phil. og fil.dr., er mentanargranskari og søgumaður. Hann hevur skrivað fleiri bøkur og greinir um føroyska fólkamentan, siðsøgu og søgu. Hann hevur verið rektari Fróðskaparsetursins og hevur havt eina røð av álitisstørvum.  

Bóklingurin er 55 blaðsíður við nógvum myndum. Hann fæst til keyps í bókabúðunum fyri 129 kr. Hann fæst eisini til keyps á Amazon.

Les eisini um verkið Bót og Biti her http://setur.fo/tidindi/bot-og-biti-matur-og-matarhald-i-foeroyum/

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum