28.09.2011
Skriva út

Bolognayvirlýsingin og framtíðar krøv til hægri útbúgvingar á altjóða støði á breddan á Fróðskaparsetrinum

Í næstum verða fyrilestrar og skeið á skránni, har kunnað verður um hesa yvirlýsing. Fyrsti fyrilesturin verður fríggjadagin 30. september kl. 09.00 – 11.00 á Havstovuni í Nóatúni 1. Seinni fyrilesturin verður mikudagin 5. oktober kl. 08.45 – 10.15 í Læraraskúlahøllini á Frælsinum 20. Eftir fyrilesturin verður skeið fyri starvsfólki, har aðalreglur úr Bolognayvirlýsingini og ‘Tuning’-verkætlanini verða á skránni.


Sum úrslit av Bolognayvirlýsingini eru útbúgvingarskipanir um alt Evropa í eini tilgongd, har nógvar broytingar verða framdar. Hesar broytingar eru beinleiðis avleiðing av politiskari avgerð um, at tær ymsu nationalu útbúgvingarskipanirnar skulu verða sambæriligar. Á hægri lærustovnum hava hesar broytingar elvt til drúgt kjak, ið m.a. snýr seg um at samanbera námsskipanir,  útbúgvingar og undirvísing.

Hesar broytingar gera seg eisini galdandi í Føroyum, tí sambært nýggju lógini um Fróðskaparsetur Føroya (Løgtingslóg nr 58 frá 9. juni 2008) verður álagt, at Fróðskaparsetrið skal fylgja ásetingunum í Bolognayvirlýsingini. Orðið Bologna verður ikki nevnt, men innhaldið og krøvini eru lík teimum í nevndu yvirlýsing. Í lógini um Setrið stendur eisini, at ”Eftirmetingar verða gjørdar av uttanlands serfrøðingum og fara fram fjórða hvørt ár”. Hetta merkir, at roknast kann við, at ein tílík uttanhýsis góðskumeting verður aktuell í 2012. Sambært lógarásettu krøvunum liggja nógvar avbjóðingar og uppgávur fyri framman. Tað er við hesum avbjóðingum í huga, at ein Bolognabólkur við umboðum úr øllum deildum Setursins er farin til verka.  Fyrstu átøkini eru komandi fyrilestrarnir, har starvsfólk fáa høvi til at seta seg nærri inn í og kjakast um Bolognaavtaluna, viðgera framtíðar krøv til útbúgvingar á Setrinum, og fáa vegleiðing í, hvussu komandi tillagingar kunnu fremjast í verki.

Fyrilesari 30. september verður Arne Kjær, ið er Bolognaserfrøðingur og starvast á Århus Universitet. Les meira um fyrilesturin á her.

Fyrilesari og skeiðsleiðari 5. oktober verður Arlene Gilpin, ið er ‘Tuning’-serfrøðingur. Sí innbjóðing og skrá á her