Turið Sigurðardóttir
25.03.2019
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Borðabáturin hjá Hammershaimb

V. U. Hammershaimb (1819-1909) fekk henda borðabátin í gávu í Føroyum, vit vita ikki frá hvørjum. Elsti sonur V. U. Hammershaimb, Hjalmar (1856-1923), fekk bátin eftir pápan. Sonur hansara, Erling, fekk síðan bátin. Erling Hammershaimb (1904-1994) var gudfrøðiprofessari á Århus universiteti. Fyri rúmliga tjúgu árum síðan gav sonur Erling, Jørgen Ulrik Hammershaimb, Føroyamálsdeildini bátin.

Tá ið báturin kom á Føroyamálsdeildina í 1990-árunum, var hann ikki í góðum standi. Jóhan Hendrik W. Poulsen professari heitti á Jógvan Hansen bátasmið (1930-1998) úr Hattarvík um at væla um hann. Jógvan so gjørdi og læt viðin vera so ljósan, at tað sást týðiliga, hvat var nýtt og hvat upprunaligt. Jógvan gjørdi eisini árar, mastur og eyskar. Helgi Iversen úr Kvívík, húsavørður á Fróðskaparsetrinum, gjørdi glasneystið, sum báturin stendur í.

V. U. Hammershaimb varð føddur í 1819 og doyði í 1909. Hann skrivaði føroyska mállæru, savnaði og gav út eina mongd av skaldskapi av manna munni: kvæði, sagnir, ævintýr, gátur, skjaldur og orðatøk. Krúnan á verkinum er tað stóra úrvalsritið Anthologiin (1891). Soleiðis breiddi hann út føroyskt skriftmál, sum hann skapaði saman við norðurlendskum málfrøðingum.

Hammershaimb var prestur í Kvívík og próstur á Nesi. Hann flutti til Danmarkar í 1878 og var prestur í Lyderslev. Í 1893 vitjaði hann seinastu ferð aftur til Føroya.

(dagførdur tekstur, upprunaliga skrivaður í mars 2014)

umvældi báturin

Umvælingarnar eru sjónskar umvælingarnar eru við vilja sjónskar

eyskar og árar  mastur, árar og eyskar