University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Botnkort sum veggjaprýði
Knud Simonsen/Dagunn H. J. Clementsen, Náttúruvísindadeildin/Havstovan
04.07.2012
Náttúruvísindadeildin

Botnkort sum veggjaprýði

Ekkóloddsskort frá Magnusi Heinassyni síðani 1999 eru saman við øðrum dátum grundarlagið undir nýggjum botnkortum. Nú hevur Havstovan prentað eitt botnkort sum plakat.


Umframt dáturnar, sum eru innsavnaðar eftir slóðini hjá Magnusi Heinassyni síðani 1999, eru eisini líknandi mátingar eftir slóðini hjá vaktar- og bjargingarskipinum Tjaldrinum í ár 2000, mátingar hjá Landsverk inni á firðunum, og dýpir frá seismiskum kanningum eystur av Munkagrunninum, sum Jarðfeingi hevur lagt til rættis. Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur staðið fyri at savna hesar dáturnar.

Nú hevur Havstovan latið prentað plakatir við hesum kortinum, og tey kunnu keypast við at venda sær til Havstovuna.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast