University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Victoria Billing1 Klipt Bretska Sendikvinnan Vitjar SSD 2026

Victoria Billing varð útnevnd sum sendikvinna Bretlands til Danmarkar í mars í ár og fór til verka í Keypmannahavn í mai (Foto: Sendistova Bretlands í Danmark)

05.10.2026
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Bretska sendikvinnan vitjar Setrið

Í síðstu viku fingu lesandi og starvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya vitjan av Victoriu Billling, sum er nýggj bretsk sendikvinna í Danmark

Victoria Billing hevði framløgu fyri bachelor- og masterlesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, og tey høvdu nógvar spurningar til hennara um starvið sum diplomatur, um geopolitikk í Norðurhøvum og um altjóða politikk yvirhøvur.

Eftir vitjanina á Setrinum fór sendikvinnan m.a. til Vestmannar at heilsa upp á bretsk herfólk í sambandi við hernaðarvenjingina “Operation Lion Protector” hjá Joint Expeditionary Forces, sum er ein samgonga av NATO-londum undir leiðslu av Bretlandi.

Sendikvinnan dugdi væl at leggja fram, og tey lesandi kvitteraðu við at seta henni nógvar spurningar, sum høvdu teirra áhuga

Heini í Skorini og Jens Christian Svabo Justinussen, sum báðir eru lektarar á Søgu- og samfelagsdeildini, tóku ímóti Victoru Billing, sendikvinnu

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Høvundar Til Grein Um Bróstkrabba DHS

    Lívið eftir bróstkrabba kann vera trupult í mong ár

  2. Train Nonklett Vitan Og Strid

    Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan

  3. Rógvi Olavson Klipt

    Ph.d.-verja: Rógvi Olavson