University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Brot úr Føroya Søgu útkomin í bók
27.05.2010
Søgu- og samfelagsdeildin

Brot úr Føroya Søgu útkomin í bók

Bókin Brot úr Føroya Søgu er útkomin á forlagnum Fróðskapi. Lena Nolsøe, savnvørður á Landsskjalasavninum, er ritstjóri. Bókin er 166 s.og kostar 200 kr.


Brot úr Føroya søgu er eitt savn av 10 greinum um Føroya søgu. Greinirnar fevna í tíð frá 16. øld til 20. øld. Evnini, sum verða viðgjørd, fevna eisini vítt. Í trimum greinum verða Einahandilin og privatur handil viðgjørd. Persónsøga er umboðað av so ymiskum fólkum, sum tí ókendu Maren Jeremiasdatter og einum av best kendu føroyingunum, Magnusi Heinasyni. Eisini elsta jarðarbókin frá 1584 og livikor í Føroyum í 1800-talinum verða viðgjørd. Úr nýggjari tíð eru evnini stovnsetanin av Landsskjalasavninum, arbeiðara- og fakfelagsrørsla og politisku viðirskiftini undir 2. Veraldarbardaga.

Greinirnar eru grundaðar á fyrilestrar, sum vóru hildnir í sambandi við 75- ára haldið hjá Landsskjalasavninum. Tá heitti stovnurin á ymiskar granskarar um at halda fyrilestur um evnir úr Føroya søgu, sum teir høvdu granskað í, har granskingin í høvuðsheitum er grundað á skjøl, sum eru í varðveitslu á Landsskjalasavninum.

Bókin er væl egnað til skúlabrúks, men er ætlað øllum við áhuga fyri føroyskari søgu. Hon fæst til keyps í bókabúðunum.

ISBN: 978-99918-65-29-4

Yvirlit yvir greinirnar í bókini:
• Arne Thorsteinsson: Jarðarbøkur og jarðarognir
• Páll Nolsøe: Magnus Heinason - søgan um eitt justitsmorð?
• Rolf Guttesen: Veðurlag, framleiðsla og fólkatal í 1800-talinum og fyrr
• Lena Nolsøe: Stríðið um skjølini
• Hans Andreas Dam Joensen: Kongligi einahandilin – meira enn ein handil
• Andras Sólstein: Kgl. einahandilin í Klaksvík 1837-1856
• Jógvan Ravnsfjall: Handilin hjá Jørgen Bech og Sønner í Klaksvík 1880–1900
• Anja Wenningstedt: Hví spøkir Jeremias?
• Erland Viberg Joensen: Arbeiðara- og fakfelagsrørsla í Havn fram til 1950-árini – og skjølini á skjalasavninum ABA
• Hanna í Horni: Bretska hersetingin av Føroyum undir 2. veraldarbardaga – við serligum atliti at leiklutinum hjá Hilbert amtmanni og Reventlow, danska sendimanninum í London

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Summarskeið Aug 2025 Mannarættindi Og Demokrati

    Altjóða summarskeið um mannarættindi og fólkaræði

  2. Screenshot 2025 08 20 At 09 45 46 (5) Facebook

    Ph.d.-starv: Endurnýtsla av útgrivnum og knústum gróti

  3. Annika Helgadóttir Davidsen (1)

    Annika Helgadóttir Davidsen framflutt til lektara