Brynhild Thomsen
21.01.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

- Brynhild vildi ikki hava mann

Sjálv vildi hon ikki giftast, Brynhild Buðladóttir, men tá pápin noyddi hana, góðtók hon at giftast Sjúrði Sigmundarsyni, og tað endaði ikki væl

Brynhild Kamban var gestur í morgunsendingini í Kvf í morgun, har hon greiddi frá sínum áhugaverdu kynjafrøðiligu greiningum úr Sjúrðarkvæðunum.

Í kvøld klokkan 19 heldur Brynhild Kamban fyrilestur á bókasavninum í Sørvági, sum byggir á meistararitgerðina, “Kenn mær einki um. Kyn, frásagnarviðurskifti og frábrigdi í Sjúrðarkvæðunum”. Talan er um týðandi bókmentafrøðiliga ritgerð og slóðbrótandi kvæðagransking.

Lurtið her.