University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Building Shared Knowledge í Føroyum
16.03.2018
Søgu- og samfelagsdeildin

Building Shared Knowledge í Føroyum

20.-22. mars verður Fróðskaparsetrið vertur fyri eini ráðstevnu, ið savnar granskarar úr Útnorðri um at menna vitanartilfeingi um lendisnýtslu. Føroyski verkætlanarparturin tekur støði í Sandoynni.


Bulding Shared Knowledge (BuSK) er heitið á eini verkætlan, sum Fróðskaparsetur Føroya er partur av. Føroyski verkætlanarparturin vísir m.a. á, hvussu GIS-tøkni kann nýtast til at brúka staðbundna og lokala vitan um lendisnýtslu í Sandoynni. Endamálið er at menna vitanartilfeingi um lendisnýtslu, sum kann fremja burðardyggar búskaparligar mannagongdir, yrki og virki í smásamfeløgum.

BuSK er fíggjað av sokallaða Northern Periphery and Artic Programme (sí www.interreg-npa.eu), og umframt Fróðskaparsetrið eru lærustovnar og aðrir áhugapartar innan gransking í Finnlandi, Írlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki partar av verkætlanini. Hesi arbeiða eisini við at menna amboð til at brúka lokala/staðbundna vitan - m.a. um nátturutilfeingi og ferðavinnu – og tvinna hana inn í planlegging av lendisnýtslu.

Ein BuSK ráðstevna verður í Føroyum 20.-22. mars, har øll umboðini í Útnorðri luttaka. Fundir og túrar verða gjørdir í Sandoynni, har ljós verður varpað á ymisk lendisviðurskifti í oynni. Lokalir leikarar – m.a. verkætlanin Veltan og kunningarstovuleiðarin – luttaka á ráðstevnuni og samstarva við BuSK.   

Les meira um BuSK her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Kampus Frælsið

    Valfundur: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  2. 2012-Setur.fo_Bygningar-068.jpg

    Ph.d.-skeið í kvalitativum háttaløgum

  3. Francesco undirvísir í rómverjarætti (3).jpg

    Symposium um rómverjarætt