Skriva út

Burðardygg framleiðsla og seyðahald í Føroyum

VITSKA verður aftur í Norðurlandahúsinum týsdagin 3.november kl.19.00 við fyrilestrum og pallfundi, har ljós verður varpað á burðardygga framleiðslu og seyðahald.


Árni Bragason, stjóri á NordGen, fer at hava ein fyrilestur um at framtíðartryggja ílegumargfeldið hjá djórum og plantum í Norðurlondum.

Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, fer at greiða frá styrkjum og veikleikum í føroyska seyðahaldinum.

Og fýra seyðabøndur fara at siga frá sínum royndum við seyðahaldi.

Endað verður við kjakfundi um, hvørjar tankar fólk hava um framtíðar seyðahald.

Fyrilestrarnir og kjakfundurin verða í Skálanum í Norðurlandahúsinum týskvøldið 3. nov. 2015 kl. 19.00.

Atgongd er ókeypis.

VITSKA
VITSKA fyrilestrarrøðin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið. Týskvøldið verður Búnaðargrunnurin eisini við sum samstarvsfelagi.

Dr. Árni Bragason
Íslendski Dr. Árni Bragason, stjóri, fer at fortelja um arbeiðið á Norðurlendska ílegubankanum, NordGen, umfamt norðurlendska arbeiðið um at varðveita ílegumargfeldið hjá plantum og djórum og heimsins matvørutrygd.

NordGen er ein norðurlendskur stovnur, hvørs endamál er at arbeiða fyri varðveitsku og burðardyggari framleiðslu av plantum, húsdjórum og skógarvøkstri. Norðurlond hava samstarvað í meira enn 35 ár um varðveitslu av ílegumarfeldinum í hesum londum.

NorGen varð stovnað í januar 2008 sum avleiðing av samanleggingini av Nordisk Genbank, Nordisk Genbank Husdyr og Rådet for skovforyngelse. Tað er kostnaðarmikið at reka ein ílegubanka, og tí hava Norðurlond valt eina felags norðurlendska loysn, hóast hvørt landið sær eisini hevur sínar egnu tjóðarverkætlanir hesum viðvíkjandi. NordGen er tænastu- og vitanardepil fyri umsiting av ílegumargfeldi hjá plantum, húsdjórum og skógarvøkstri og gevur ráð og stuðul til ábyrgdarhavarar og stovnar í Norðurlondum.

Búnaðargrunnurin
Í sambandi við at lógin um Búnaðargrunnin varð broytt í vár, og karmarnir hjá grunninum til at fíggja m.a. seyðahald harvið vórðu broyttir, er grunnurin í ferð við at gera ein nýggjan leist fyri, hvussu grunnurin fram eftir skal fíggja henda partin av landbúnaðinum, bæði tá tað kemur til lán og stuðul.

Eitt stig í hesum arbeiði er at skipa fyri kjakfundi, har so mong sum gjørligt við áhuga fyri seyðahaldi kunnu koma til orðanna, og harvið vera við til at ávirka, hvussu framtíðar føroyskt seyðahald verður fíggjað.

Fyri at koma hesum nærri hava vit heitt á fýra bóndur um at hugleiða eitt sindur um teirra royndir við seyðahaldi, eins og landbúnaðarfrøðingurin á grunninum fer at hava eitt innlegg. Ætlanin er at enda við pallborðsfundi, har hesir fimm sita við pallborðið.

Endamálið er í stuttum at fáa fram, hvørjar tankar fólk gera sær um, hvussu føroyskt seyðahald fer at mennast frameftir, og hvussu væntað verður at seyðahaldið sær út í framtíðini.

Skrá

19.00       Vælkomin

19.10 Árni Bragason, stjóri í Norðurlendska Ílegubankanum, NordGen: Arbeiðið at framtíðartryggja ílegumargfeldið hjá djórum og plantum í Norðurlondum

19.35 Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur og ráðgevi hjá Búnaðargrunninum: SWOT-greining av seyðahaldinum

20.00 Steðgur

20.15 Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun. Hevur trý festi í Saksun við 710 áseyðum tilsamans.

20.30 Ari Jóhanneson, cand merc, í Kvívík. Eigari í ognarhaganum í Kvívík.

20.45 Nils Absalonsen, bóndi á Viðareiði. Hevur eitt festi á Viðareiði við mjólkneytum og 200 áseyðum.

21.00 Eyðun Eliasen, bóndi á Trøllanesi. Hevur eitt festi við 107 áseyðum í Mikladali og nakað av óðalsjørð, bæði í Mikladali og á Trøllanesi.

21.15 Kjakfundur
- Við kjakborðið sita Árni Bragason, Gunnar Bjarnason, Jóhan Jógvansson, Ari Jóhanneson, Nils Absalonsen og Eyðun Eliasen

21.45 Liðugt

Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.