Her leggur ein bólkur av bachelorlesandi fram, meðan Bartal Højgaard, fíggjarstjóri, situr og lurtar
Búskaparfrøðilesandi greinaðu Smyril Line
Lesandi á fyrsta ári á bachelorútbúgvingini í búskapar- og virkisfrøði á Setrinum vóru í vikuni á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line, har tey løgdu sínar greiningar fram
Roknskapargreining er eitt av mongu fakunum, sum lesandi hava á bachelorútbúgvingini í búskapar- og virkisfrøði. Undirvísari er Brandur Sjúrðarson, og hann hevði biðið síni lesandi greinað roknskapin hjá Smyril Line við støði í útvaldum fokusøki, umframt at gera íløgugreining av framtíðar íløgum felagsins.
Á framløgufundinum luttók Bartal Højgaard, fíggjarstjóri í Smyril Line, sum eisini sjálvur legði út við eini framløgu um virksemið hjá Smyril Line.
Seinastu fimm árini hevur gingist væl hjá fyritøkuni at fáa avlop á botnlinjuna, og í fjør lógu 147 milliónir krónur eftir skatt. Serliga eru tað inntøkurnar frá farmaflutninginum, sum eru vaksnar nógv.
Tey lesandi vóru býtt í tríggjar arbeiðsbólkar, sum høvdu samstarvað um at loysa greiningaruppgávurnar.
Ein bólkur gjørdi eina samanberandi roknskapargreining, sum vísti, at Smyril Line hevur klárað seg væl betri enn bæði norska Colorline og danska DFDS, tá mátað verður við viðkomandi fíggjarligum lyklatølum.
Ein annar bólkur gjørdi eina greining av milliardastóru íløguni í tvey nýggj farmaskip, sum mátað upp á netto-nútíðarvirðið gevur eitt munagott íkast til botnlinjuna næstu mongu árini.
Ein triði bólkur av lesandi hevði mett um íløguna í nýtt høvuðssæti við havnarlagi í Havn. Bygningurin verður ætlandi tikin í nýtslu til heystar, har tey umleið 90 starvsfólkini á skrivstovum felagsins verða savnað á einum stað. Men umframt eyðsýndu strategisku fyrimunirnar av at miðsavna virksemið, vísti rokniarkið, at íløgan eisini verður lønandi íløga fyri Smyril Line.
Bartal Højgaard viðmerkti, at nógvar av niðurstøðunum hjá teimum lesandi fluktaðu væl við egnar innanhýsis eygleiðingar, og at hann virðismetti at fáa sett ítøkilig sambærilig tøl á hesi viðurskifti.
Smyril Line hevur ætlanir um at byggja eina nýggja Norrønu, sum er ein íløga fyri hálvaaðru til tvær milliardir krónur. Í tí sambandi umhugsar fyritøkan eina børsskráseting, soleiðis at meira váðafúsur kapitalur kann fáast frá íleggjarum, hóast at eginogn felagsins við ársenda 2025 var slakar 800 milliónir krónur.
Johnny í Grótinum er útbúgvingarleiðari á búskaparfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya og var við, tá hansara lesandi løgdu fram.
- Tað var sera hugaligt at síggja, hvussu ágrýtin okkara lesandi vóru at brúka førleikarnar í roknskapargreining til at lýsa aktuellu støðuna hjá Smyril Line, sigur hann.
- Hetta er avgjørt ein táttur, sum vit taka upp aftur, tí vit vilja fegin eggja okkara lesandi til at brúka førleikarnar í føroyska vinnulívinum og samfelagnum sum heild, leggur hann aftrat.