Búskaparráðið
26.11.2019
Setrið Búskaparráðið
Skriva út

Búskaparráðið mælir frá at veita ófíggjaðar lættar í núverandi konjunkturstøðu

Viðmerkingar Búskaparráðsins til løgtingsmálini: 10, 11, 12, 17 og 20/2019

Búskaparráðið mælir frá at veita ófíggjaðar lættar í núverandi konjunkturstøðu. Í seinastu frágreiðing Búskaparráðsins stendur;

“Fyri at sleppa undan at tátta í í niðurgongd og við atliti til fíggjarpolitisku haldførisavbjóðingini í longdini, áttu yvirskot landskassans at verið størri undir verandi hákonjunkturi. Ófíggjaðir skattalættar ella onnur stimbran av búskapinum eigur ikki at verða framd í núverandi konjunkturstøðu, tí hetta elvur til prísvøkstur og versnan av úrsliti hins almenna.” (Búskaparráðsfrágreiðing, heyst 2019)

Hetta tilmæli er enn galdandi.

Um miðvísur konjunkturpolitikkur skal rekast, má landskassin styrkjast, soleiðis at hann er førur fyri at halda eitt støðugt útreiðslustig til bæði íløgur, rakstur og veitingar. Er landskassin ikki nóg sterkur til hetta, slepst ikki undan sparingum. Tá gerast sveiggini í búskapinum enn størri, sum viðførir mista búskaparliga vælferð. Konjunkturpolitikkur riggar bert, um vit hava eitt langtíðarútlit í fíggjarpolitikkinum, og tí eiga fíggjarpolitisk átøk at vera vera fíggjað.

Hesi fimm uppskot, ið hoyringin snýr seg um, versna um haldføri almenna geirans, tí tey vaksa um almennar útreiðslur og minka um almennar inntøkur. Landskassin er í løtuni verri fyri at standa ímóti fíggjarligum bakkastum, enn hann var undan fíggjarkreppuni í 2008. Tá vaks undirskot landskassans við áleið 3 mia. kr. yvir 7 ár, ið millum annað hevði við sær, at kredittvirði landsins lækkaði. Skal landskassin verða førur fyri at standa ímóti komandi bakkastum, er neyðugt við stórum avlopum, serliga í hesum viðgongutíðum.

Eitt er støða landskassans, nakað annað er støðan hjá kommununum. Uppskotini minka um inntøkugrundarlagið hjá kommununum, sum framman undan er ov smalt og óstøðugt. Kommunur, sum í dag eru ringast fyri, eru eisini tær, sum vera harðast raktar, tí tær hava lutfalsliga fleiri fólkapensjonistar. Kommunurnar høvdu eitt samlað undirskot í 2018, og hava eina samlaða bruttoskuld á umleið 1 mia. kr. Koma búskaparlig afturstig, noyðist landskassin at koma kommununum til hjálpar, ið hann sum nú er verður illa førur fyri.

Viðvíkjandi einstøku málunum hevur Búskaparráðið hesar yvirskipaðu viðmerkingar:

- Nr. 12/2019 (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)

Ein øktur skattafrádráttur til lærlingar er eitt fordeilingspolitiskt mál, sum Búskaparráðið sum so ikki fyriheldur seg til, men Búskaparráðið mælir frá, at fíggjarpolitiskir lættar, sum økja um samlaða eftirspurningin, verða framdir í núverandi konjunkturstøðu.

- Nr. 17/2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækka veiðigjald fyri norðhavssild)

Búskaparráðið mælir framvegis til at fult gjald verður tikið fyri fiskatilfeingið, og at veiðirættindi eiga at vera seld á uppboði. Búskaparráðið saknar grundgevingar fyri at lækka veiðisgjaldið á norðhavssild. Norðhavssild var seld á uppboðsølu í 2019 fyri millum 2,28 kr og 2,43 kr. Tí eigur gjaldið helst at vera væl hægri enn núverandi 0,75 kr fyri hvørt kilo – ikki lægri.

- Nr. 20/2019 (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjonistar)

Herundir nr. 10/2019 (Lækking av mótrokning) og nr. 11/2019 (Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd).

Tær tríggjar broytingarnar í pensjónslóggávuni fevna um eina hækking av grundupphæddini, einum skattafrádrátti og eina linari mótrokning av aðrari inntøku.

Um uppskotini verða framd, eru tey mett at kosta meira enn 100 mió. kr. í ár og uppaftur meira komandi árini so hvørt sum talið av pensjónistum økist. Um øktu útreiðslurnar ikki samstundis verða mótsvaraðar av øktum inntøkum til landskassan [og kommunukassar], ger hetta føroyska búskapin verri fyri fíggjarliga.
Búskaparráðið mælir frá, at hesar lógarbroytingar verða framdar, uttan at greiðu er á, hvar fíggingin skal stava frá.