Búskaparráðið
24.10.2019
Setrið Búskaparráðið
Skriva út

Búskaparráðið: viðmerkingar til lóg um sjófeingi

Búskaparráðið vil eftir umbøn hervið gera yvirskipaðar viðmerkingar til broytingar í lógina um sjófeingi

Tá lógin av fyrstan tíð var til viðgerðar undir síðstu samgongu valdi táverandi ráð ikki at gera nakrar viðmerkingar. Búskaparráð heldur tó, at tá talan er um so avgerandi reglur fyri føroyska búskapin, so eigur ráðið at geva sítt fakliga íkast.

Broytingar í lógini eru fleiri, tí lógin er torgreidd við nógvum smálutum at hava atlit fyri, men yvirskipað eigur lógin eftir meting Búskaparráðsins at lúka tvey endamál:

  • At fiskatilfeingi verður veitt burðardygt og effektivt.
  • At tilfeingisrentan, sum er virði av veiðurættindunum, fellur til eigaran av tilfeinginum, Føroya fólk.

Búskaparráðið hevur í sínum tveimum seinastu frágreiðingum mælt til, at fiskirættindi verða seld á uppboði. (Frágreiðing frá vári 2019, síðu 37; á heysti 2019, síðu 40 og 77). Mælt verður til uppboðssølu, fyri at tryggja, at tað verður produktiviteturin í vinnunum sum avgerð hvør fær atgongd til rættindini.

Og í øðrum lagi fyri at tryggja, at eitt rætt gjald, eitt gjald sum svarar til marknaðarvirði, verður tikið fyri rættindini.

Samgongan mælir í sínum uppskoti til at avtaka skipanina við uppboðsølu, og mælir í staðin til, at 1-ára rættindi, seld í 2019, verða endaliga seld sum 10 ára rættindi í 2010. Hetta verður so tann seinasta uppboðssølan.

Restin av rættindunum við stórum potentiellum og aktuellum søluvirði vera útlutaði ella givin ókeypis frá landinum (í høvuðsheitum eftir søguligum fortreytum) eina ferð með alla. Framtíðar lóggáva viðvíkjandi hesum keyptu og givnu rættindum má respektera ásetan grundlógarinnar um ognartøku, men hinvegin hevur landið fríðari ræsur í lóggávu um m.a. veiðugjald (sum er fevnt av aðrari lóg). Hereftir verða sostatt við einum lagt um til 10 ára rullandi loyvi, sum bert kunnu uppsigast við løgtingslóg, og við eini 10 ára freist.

Øll hesi loyvi verða hereftir umsetilig.

Les alla viðmerkingina hjá Búskaparráðnum til broytingar í log um sjófeingi her