University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bústaðarmøguleikar Undir Fjalli

Bústaðarmøguleikar Undir Fjalli

Á Vesturgøta 15 og 17 í Havn, 150 m frá Handilsskúlanum, liggur Næmingaheimið Undir Fjalli, har møguleiki er hjá lesandi at búleikast í lestrartíðini.


Heimið er bygt í tveimum bygnum, lon A og lon B, sum eru í trimum hæddum við 18 kømur í hvørjum bygningi. Sostatt eru talan um 36 kømur, sum øll venda oman móti býnum, við góðum útsýnið móti Nólsoynni.

Í hvørjum bygningi er ein køkur, har møguleiki er at gera mat. Øll amboð til matgerðina eru á heiminum. Eisini er ein setstova, har møguleiki er at hyggja í sjónvarp ella hugna sær við øðrum lesandi ella gestum. Heimið hevur eisini Televarpið.

Allir næmingar sum ganga í skúla í Havn hava rætt til at búgva har, men tó hava næmingar á Handilsskúlanum fyrsta rætt. Gongur tú ikki á Handilsskúlanum, krevst ein váttan frá lestarstaðnum,  har tú gongur. Váttanin skal latast inn saman við umsóknarblaðnum til Næmingaheimið.

Handilsskúlin umsitir Næmingheimið undir Fjalli. Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við umsitarin á tlf: 317177 ella á teldupost sj(at)hsh.fo.

Umsóknarbløðini til Næmingaheimið fæst her, á skrivstovuni á Handilsskúlanum ella á heimasíðu skúlans www.fh.fo. Umsóknarbløðini skulu sendast til Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegur 77, Postboks 177, 110 Tórshavn.

Tak niður faldaran um Næmingaheimið

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast