Byggja stórt lestrarheim
Eitt upplagt átak fyri at minka um tann ov stóra og skaðiliga streymin av ungdómi, sum fer av landinum og ongantíð kemur aftur, er at byggja eitt stórt lestrarheim
Føroyar standa við eini avbjóðing, sum hevur álvarsligar avleiðingar fyri framtíð okkara sum samfelag.
Umleið 40 prosent av okkara ungu fara uttanlands at nema sær útbúgving, og av teimum kemur bara helvtin heimaftur. Spurningurin er, um allur hesin stóri hópurin av ungum frítt velur at fara, ella um tey óætlað verða trýst av landinum.
Undir øllum umstøðum hevur hendan fráflytingin við sær, at vit missa týdningarmikla orku og eldhug frá teimum, sum eru millum 20 og 30 ár, og sum er ein avgerandi aldursbólkur fyri bæði búskaparliga og sosiala menning í Føroyum.
Sum fleiri í hesum døgum vísa á, so er ein partur av loysnini sjálvsagdur: At vit byggja eitt stórt lestrarheim ella kollegium, soleiðis at vit gerast eitt veruligt alternativ fyri okkara egna ungdóm og eisini fyri útlendsk lesandi.
Vit hava, sum er, nakrar heldur dýrar og alt í verðini ov fáar lestraríbúðir. Men umframt fleiri íbúðir, so er alstórur tørvur á lestrarkømrum, sum eru ætlað til ein yngri aldursbólk, og sum tað ber til at gjalda.
Fyri at stuðla undir sosialt samspæl og at skapa ein sterkan felagsskap millum tey lesandi er tað eisini umráðandi at hava góðar felags hentleikar. Lestrarheimið eigur at hava rímiligar ítróttarfasilitetir, ið kunnu stuðla undir ein sunnan og virknan lívsstíl hjá teimum lesandi. Harumframt skulu vera høli til mentanarlig og onnur tiltøk, sum kunnu menna eitt ríkt sosialt lív.
Eitt lestrarheim við 300 búeindum hevði verið ein góð byrjan. Hetta fer at veita neyðugu bústaðarmøguleikarnar til núverandi tørv, og vildi lutfalsliga svarað til talið av lestrarbústøðum í grannalondunum. Samstundis eigur tað at vera møguligt at útbyggja heimið í framtíðini, so tað kann hýsa enn fleiri lesandi. Hetta gevur okkum fleksibilitet at vaksa í takt við tørvin og menningina á Fróðskaparsetrinum.
Ein íløga í eitt stórt lestrarheim hevði ikki bert verið ein praktisk loysn fyri bústaðarneyðina hjá lesandi, men eisini ein strategisk íløga í framtíðina hjá Føroyum. Við betri útbúgvingar- og bústaðarmøguleikum kunnu vit fáa ein stóran part av teimum, ið annars høvdu farið av landinum, at styrkt sítt búfesti í Føroyum.
Vit standa nú á gáttini til at gerast partur av europeiska útbúgvingarsamstarvinum Erasmus+, og við tí kunnu vit eisini draga útlendsk lesandi til Føroya. Hetta fer at skapa eitt fjølbroytt og dynamiskt lestrarumhvørvi, ið kann gera Føroyar meira atdráttarmiklar sum eitt útbúgvingarland – eisini fyri okkara egna ungdóm.
Við at seta hetta evnið á dagskránna kunnu vit taka neyðug stig fyri at gera Føroyar meira lokkandi fyri ungdómin. Ein íløga í eitt stórt lestrarheim er eitt av hesum stigum, ið kann hjálpa okkum at tryggja, at Føroyar framhaldandi eru eitt livandi samfelag, har ung fólk hava møguleika at blóma.
Vónandi kunnu okkara kommunalpolitikarar, møguliga saman við grunnum og vinnuligum stuðlum, gera hetta til veruleika.
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...
- 11.11.2024 SetriðMiðnám: Bara ein fimtingur ætlar at lesa í FøroyumNýggj tøl frá Hægri Námi á Glasi vísa, at bara ein fimtin...
- 10.11.2024 Setrið Føroyamálsdeildin FróðskapurBókaframløga: Hevur føroyskt virðismetandi orðmyndan?Hósdagin 14. november kl. 15 verður framløga av bókini He...