University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Alice2018 298.jpg
18.12.2018
Setrið Lestrarskrivstovan

Casper Rosen umboð teirra lesandi í stýrinum

Tey lesandi á Setrinum hava nú atkvøtt, um hvør skal vera teirra umboð í stýrinum og tá avtornaði var tað Casper Rosen, sum var fyrst valdur við 69,4% av atkvøðunum. Hann verður hervið umboð teirra lesandi í stýrinum.

Jan Egil Kristiansen er næst valdur við 30,6% av atkvøðunum og verður tí varaumboð teirra lesandi í stýrinum.

Valið, har veljarar greiddu sína atkvøðu elektroniskt á eini valskipan, rópt ElectionBuddy, lat upp mánadagin 10. desembur 2018 og lat aftur mánakvøldið 17. desembur 2018 á midnátt.

Av teimum 849 fulltíðarlesandi á Setrinum, sum høvdu valrætt, atkvøddu bert 36 – t.v.s. at valluttøkan var 4%

Atkvøðubýtið til valið av lesandi til stýrið fyri Setrið 2019 gjørdist hetta:

Casper Rosen

25 atkvøður

(69,4%)

Jan Egil Kristiansen

11 atkvøður

(30,6%)

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00