University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Charlotte Vinnur Snarrøðukapping Á Vísindavøkuni 2026

Charlotte Géraldine Amannt frá Náttúruvísindadeildini fær vinning frá Dagmar Joensen-Næs fyri bestu snarrøðuna

25.09.2026
Setrið Náttúruvísindadeildin

Charlotte vann snarrøðukappingina fyri granskarar

Charlotte Géraldine Amannt, sum er ph.d.-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, vann seinnapartin snarrøðukappingina á ársins Vísindavøku

- Ikki er tað lætt at miðla áralanga gransking upp á hálvan triðja minutt!

M.a. soleiðis innleiddi Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, tá snarrøðukapping var millum ungar granskarar á ársins Vísindavøku í Kongshøll.

Kappingin snýr seg um, at granskarar fáa 150 minuttir til at greiða væl frá sínari gransking. Síðani viðgjørdi dómsnevndin, hvør skuldi vinna kappingina, og hana vann Charlotte Géraldine Amannt, sum er ph.d.-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.

"Ein ósjónlig hóttan" var heitið á framløguni hjá Charlotte, sum granskar í eiturevnum frá algum í sjónum.

Vit ynskja Charlotte hjartaliga til lukku við snarrøðukappingini og bestu eydnu við framhaldandi ph.d.-granskingini!

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 10 15 At 10 11 14 Hátíðarhald Fyri Føroyskt Sum Annaðmál Glasir

    Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

  2. Gransking Og Framtak Producing Good Ideas Ideas And Innovation Concept With Copyspace(1)

    Føroyar granska og menna fyri 1,3 prosent av BTÚ

  3. Sjúkrarøktarfrøði Nál 2024 Nærmynd Av Báðum Nálum

    Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst