Hóraldur Joensen
05.06.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Collagen-gelatin-verkætlanin

Tætt samarbeiði millum Granskingarkjarnan í evnafrøði og lívtøkni og Faroe Marine Biotech í fyrstu atløgu og Faroe Marine Biotech og Junca í aðru atløgu hava ført til stovnsetan av Seanenergy.


Nógvar vinnuligar granskingarverkætlanir kundu verið  settar í verk, um Føroyar settu pening av til gransking eins og onnur lond kring okkum. Men vit føroyingar tykjast ikki hava álit á vísindum. Fleiri leiðandi og umboðandi persónar hava í fjølmiðlunum sett fram niðrandi útsagnir um granskarar landsins. Og mansdomineraða politiska heimastýrið hevur í longri tíð vanstýrt landsins gransking, menning og vinnulív við syrgiliga lágum játtanum og vána fyriskipanum.

 

Granskingarkjarnur

Framkomnar búskaparfrøðiligar greiningar hava aftur og aftur víst eitt greitt positivt samband millum gransking og fíggjarliga framgongd. Henda veruleika tók Fiskimálaráðið til  eftirtektar og stovnsetti fyri skjótt fimm árum síðani tríggjar granskingarkjarnur. Eina í evnafrøði og biotøkni, eina aðra í framleiðslutøkni og eina triðju í veiðutøkni. Stutt eftir stovnsetingina vórðu hesar kastreraðar fíggjarliga av landsins leiðslu. Fæið, sum varð ætlað at seta vinnulívsrættaðar verkætlanir í gongd við, varð minkað til eitt minimum.


Vinnulívsrelateraðar verkætlanir
Hóast hesa mishugaligu byrjan, so legði Granskingarkjarnin í evnafrøði & lívtøkni saman við pørtum av vinnulívinum til brots við at fyrireika fiskivinnurelateraðar verkætlanir, umfatandi: livurverkætlan, collagen og gelatin, pepsin og peptonir frá fiska-silagu, peptidir og aminosýrur frá stimafiski og lívrunnum evnum, hydrolysat av laksahøvdum og innvølum, DHA- og EPA-oljur, marin phospholid, chitin, chitosan og glucosamin, føðsluvirði í føroyskum fiskaflaki til útflutningar,  nano-hylkt funkuføði frá marinum hjáúrdráttum, náttúrligt astaxanthin í øko-laksi,  funkuføði (functional food, heilsuvarðveitandi), nutraceutical (heilsumennandi), heiliráðskosti (medical food, heilsulekjandi), probiotics (bakteriuríkað føði) og prebiotics (trevjarík føði), synbiotic (bakteriuríkað og trevjaríkað føði). 

 

Fígging

Fyri at fáa verkætlanirnar í gongd tørvast peningur.  Hesin parturin av arbeiðinum hevur verið sera tungur. Tí flestu føroyskar fyritøkur eru fíggjarveikar og almennu Føroyar veita bert ein lítlan brotpart av tí til gransking, sum tær eiga at gera, skulu tær eins og onnur europeisk lond fylgja Lissabon-strategiini (3% av BTÚ til gransking og menning ár 2010). Og mótsatt ríkmonnum uttanlands, so bjóða teir føroysku ikki til at figgja nakað her á landi, sum hevur við undirvísing, gransking og menning at gera.  Útlendsk oljufeløg hava verið høvuðsálitið í mongum førum.

 

Collagen-gelatin undanverkætlan
Fitt av tíð og orku varð nýtt til at fáa fígging til ein PhD-undanverkætlan, sum millum annað hevði til endamáls at gera yvirlit yvir fyritøkur, ið framleiða gelatin og collagen, hvørjir keypararnir og marknaðirnir eru, hvørji krøv verða sett til rávøruna og hvørjir lág- og hávirðis vøruúrdráttir kunnu framleiðast úr rávøruni.


Lýst varð eftir fólki, og ein ungur dugnaligur verkfrøðingur í biotøkni frá DTU, Jonhard  Eysturskarð (JE), varð settur í starv.

 

Heidelberg
Í byrjanini av PhD-undanverkætlanin fór JE í lag við at finna, fáa til vega og lesa vísindaligar greinar, viðkomandi bóklingar og heimasíður, sum lýsa gelatin- og collagen-virksemið kring knøttin. Síðani fór JE saman við Granskingardeplinum í evnafrøði og lívtøkni  og samskiparanum av fiskivinnugransking, Jákup Mørkøre á Fiskimálaráðnum, undir at fyrireika eina ferð til Heidelberg í Týsklandi, har ein stór altjóðað gelatin-ráðstevna varð hildin í tíðarskeiðinum 6. til 9. september 2005. Henda ráðstevna verður einans hildin fjórða hvørt ár. 

 

Umframt at ráðstevnan gav JE eitt gott innlit í, hvat rørist á gelatin-økinum, fekst samband við granskarar, framleiðarar, sølufólk og keyparar kring allan knøttin.


Út í heim
Eftir hesa ráðstevnu varð farið undir at fyrireika vitjanir í Spania, Fraklandi, Onglandi, Kanada og USA.

 

Í Amerika vitjaði JE, Bob Welland, varastjóra hjá Kenney & Ross (Norland), sum er týdningarmesti kaldsjóarfiska-gelatin framleiðari í heiminum. Høvi fekst eisini at vitja professaran Joe M. Reigenstein, sum hevur drúgvar royndir innan gransking í fiska-gelatin og er serfrøðingur innan kosher- og halal-marknaðin. Hesir eru marknaðirnir hjá ávikavist jødum og muslimum.

 

Junca
Í Evropa vitjaði JE fyritøkuna Rousselot (Frakland), sum er næststørsti gelatin framleiðarin í heiminum, Cardinal Health (England), sum nýtir fiska-gelatin til at hylkja heilivág í, CSIC (Consejo Superior de Investigaciones Científicas, Madrid, Spania), sum hevur drúgvar royndir innan gransking í fiska-gelatin, og sponsku gelatin-fyritøkuna Junca.

 

JE fekk samband við CSIC ígjøgnum Magnus Paula Magnussen, Cand pharm. & PhD (MPM), sum áður hevði vitjað granskingarlundina í samband við eina námsferð við næmingum úr Fiskivinnuskúlanum.  MPM hevur upparbeitt eitt sera stórt og virðismikið kontaktnet av serkønum fólkum úti í heimi, og hevur MPM og hansara netverk verið av stórum týdningi fyri føroyska gransking og menning.  Í gjøgnum professaran Javier Borderías, sum starvast á CSIC, fekk JE møguleikan at vitja gelatin-fyritøkuna Junca í januar 2006. Eftir hesa vitjan og eftirfyljgandi rapportering fekk Egil Olsen, táverandi stjóri á, Faroe Marine Biotech, samstarv í lag við sponsku gelatin-fyritøkuna.


Seanenergy
Stovnsetanin av Seanenergy á Eiði kom ikki av tilvild, men harafturímóti sum eitt beinleiðis úrslit av miðvísari og tættari samvinnu  millum Granskingarkjarnan í evnafrøði og biotøkni og Faroe Marine Biotech  í fyrsta umfari og millum Junca og Faroe Marine Biotech í øðrum lagi.


PhD-verkætlanin

Eftir hesa PhD-undanverkætlan fekst eftir tógvið stríð figging til eina PhD-verkætlan um collagen og gelatin. Bróðurparturin av fíggingini var útlendskur kapitalur.

 

Endamálið við hesi ígongdverandi verkætlan er at: Process-optimera extraktión av collagen/gelatin burtur úr skræðu av føroyskum fiskasløgum, so sum toski, upsa og hýsu, svartkjafti, gulllaksi, laksi. Máta týdningarmestu alisfrøðiligu og evnafrøðiligu parametrarnar av framleidda gelatininum og kanna eftir, um hesi parametrar eru støðugir ella broytast við árstíðini. Sammeta mátaðu parametrarnar við útlendsk virði og harvið staðfesta, um føroyskt fiskagelatin hevur serstakar eginleikar ella ikki. Hækka bráðpunktið á marina gelatininum í fyrsta lagi við krossbindingum framdar við enzymum, t.d. transglutaminase og í øðrum lagi við polysaccharidum, eitt nú kappa-carageenan, og harvið gera tað handilsliga kappingarført við onnur terrestrial gelatin-sløg.

 

Verkætlanin fer fram í Tróndheimi í Noregi. Higartil eru fleiri nýggj og týdningarmikil úrslit nádd. Úrslit, sum  kunnu fara at hava stóran týdning fyri føroyska collagen-gelatin-framleiðslu.

 

Fróðskapur og framburður – mental myrk miðøld - føroyingar serstøk tjóð

Fróðskapur og framburður
Varð meiri peningur settur av til gransking her á landi, so kundu fleiri aðrar fiskivinnurelateraðar verkætlanir verið settar í verk. Verkætlanir sum vissuliga høvdu kunnað skapt ávís nýggj sterk nichu-øki í fiskivinnu og  matídnaði okkara. Nichu-øki umfatandi millum annað kendar eins og ókendar innovativar heilsuvarðveitandi, heilsumennandi og sansa-freistandi hávirðisúrdráttir. Vit hava møguleikarnar, men gagnnýta teir ikki (sí “Eru føroyingar fremsta forðan fyri framburði í Føroyum”, www.setur.fo).


Mental myrk miðøld
Men trupulleikarnir eru mangir og forðingarnar nógvar, serliga millum oyruni á okkum sjálvum. Myrka miðøldin hevur enn rættuliga fast mentalt tak í okkum føroyingum. Fleiri fjølmiðlaframsagnir frá leiðandi og umboðandi persónum eru týðulig tekin um, at upplýsingartíðin hevur torført við at fáa høvdið fyri seg her á landi. Litið verður ikki á vísindi.  Fiskimannafelagsformaðurin hevur bert niðrandi útsagnir um føroyska gransking. Fyrrverandi løgtingsmaður hevur eyknevnt vísindafólk her á landi køstaflugur, køstaflugur við sevlinum í landskassanum. Ein annar fyrrverandi løgtingsmaður og lansstýrismaður hevur kallað fróðarfólk landsins fyri uppáhang hjá almenna sektorinum. Formaðurin hjá reiðarafelagnum firnast ikki fyri at eyknevna granskarar landsins fasta kórið á landi. Og mansdomineraða politiska heimastýri okkara heldur eftir øllum at døma, at tað ber væl til at kappast við aðrar framkomnar vísindaliga sterkar tjóðir á globaliseraða marknaðinum, við einum menningarliga stirvnaðum og afturútsigldum vinnulívi, mestsum tómum GM-fíggingargrunnum og fíggjarligum niðurpíndnum analýsutólamanglandi universiteti. Vinnarar verða vit valla.


Føroyingar serstøk tjóð
Her er talan um einki minni enn grova vanstýring av landsins gransking, menning og vinnulívi.  Hetta  skilaloysið og ábyrgdarloysið ger okkum til eina rættuliga sermerkta og serstaka tjóð í framkomna partinum av heiminum. Tí partinum, sum vit fegin vilja javnmetast við. Við hesum administriva dáralætinum, grunnskygninum og andliga myrkrinum í huga kunnu vit av røttum mantra-njóra fyrstu reglu í næstseinasta ørindinum av fosturlandssanginum: “Av øllum londum” hjá Pól F. Joensen: “Vit eru føroyingar serstøk tjóð”.

 

Hóraldur Joensen
Granskingarleiðari á Granskingarkjarnanum í evnafrøði og lívtøkni
Lektari á Fróðskaparseturi Føroya



EBG98-99_A.pdf
EBG98-99_B.pdf
EBG98-99_C.pdf
Fargel_A.pdf
Fargel_B.pdf
Fargel_C.pdf
Fargel_D.pdf