Anna Sofía Lava
08.03.2019
Setrið Til lesandi
Skriva út

Community Energy Challenge

Tú hevur nú møguleika fyri at luttaka í International Community Energy Challenge, ið verður í Føroyum í døgunum 15.-22. mai 2019.

Øll lesandi og ph.d.-lesandi á Setrinum, ið hava áhuga fyri verkætlanini, eru vælkomin at senda eina umsókn um luttøku við freist 22. mars 2019.

International Community Energy Challenge er eitt átak, sum Hydrogen Learning Network stendur aftanfyri, sum Fróðskaparsetrið, saman við Tórshavnar Kommunu og Umhvørvisstovuni, er við í.

25 lesandi frá Fróðskaparsetri Føroya, University of Prince Edward Island, Háskóla Íslands, Heriot-Watt University og Høgskolen på Vestlandet, skulu saman loysa fimm avbjóðingar, sum fimm fyritøkur og stovnar í Føroyum leggja fram.  Bólkarnir fáa til uppgávu at geva sítt boð upp á, hvat besta burðardygga loysnin til trupulleikan er.

Tey lesandi úr Føroyum, Íslandi, Kanada, Norra og Skotlandi skulu luttaka í fimm bólkum við einum lesandi úr hvørjum landi í hvørjum bólki. Setrið velur fimm føroysk lesandi, ið verða mett at kunna loysa avbjóðingarnar, eitt nú lesandi frá lærugreinum innan verkfrøði, búskaparfrøði, samskifti, og umhvørvi. Hvør bólkur fær ein vegleiðara, sum skal stuðla og vegleiða bólkin til at finna eina loysn. Eisini verða umboð frá fyritøkunum og stovnunum til staðar at leiðbeina og svara spurningum.

Endamálið við átakinum er at skapa samband millum lesandi og vinnu, umframt at vaksa um Hydrogen Learning netverkið, við at tey lesandi sleppa at loysa veruligar avbjóðingar innan varandi orku, ið hesar fimm fyritøkurnar og stovnarnar í Føroyum standa yvir fyri í løtuni.

At enda verður ein felags framløga við teimum fimm uppskotunum, sum verða løgd fram fyri teimum luttakandi fyritøkunum og stovnunum.

Um tú hevur áhuga fyri at luttaka og umboða Setrið, skalt tú senda eina umsókn til annal@setur.fo, og greiða nærri frá tínum førleikum og áhuga fyri verkætlanini. Freistin at søkja um luttøku er fríggjadagin 22. mars 2019.

Lýsingin frá University of Prince Edward Island sæst niðanfyri.

Hydrogen Learning Network: International Community Energy Challenge

International Community Energy Challenge

May 15-22, 2019

Summary for Student Participants 

5 Groups
5 Students
5 Countries
5 Challenges

The goal is to connect students with industry and to grow the hydrogen network by solving real problems for real people around renewable energy.

The Challenge will see five sustainability related challenges come from clients (community and or industry) from the Faroe Islands.

These challenges will be solved by five students coming from five countries (Canada, Iceland, Norway, Scotland and the Faroe Islands) represented on the hydrogen learning network.

Each institution involved will select five students from multiple disciplines and levels of study (one engineering, one business, one communication, one environmental or climate change and one 'wild card' to be determined by each institution).

Teams will be created having one student from each country. The students will be selected by the respective academic leads.

The academic institutions will also have one mentor/faculty member with each student group. This mentor will oversee and guide the student team while respecting the open ended approach. In essence, they focus their teams first thing every morning and then join up during the day to tackle the challenge.

The challenges will all come from the Faroe Islands so the students can actually work with their clients.

The clients will also mentor and guide the students while respecting the open ended solution space.

The Challenge will end with the merging of the teams presenting solutions to the clients.